Víst hevði Landsverk ábyrgdina av byggingini í Hovi. Víst hevði Oyvindur Brimnes ábyrgdina av Landsverki. Kanska er tað uppá sítt pláss at geva honum fótin. ? Men hvørki Landsverk ella tess stjóri høvdu ábyrgdina av, at ein torpedo brádliga var send inn í arbeiðið at byggja Miðnámsskúla í Vági. ? Hvørki Landsverk ella tess stjóri høvdu ábyrgdina av politisku ordrunum um, at ein annar skúli - í ein hundans fart - skuldi klamsast upp í Hovi í staðin. ? Hvørki Landsverk ella tess stjóri høvdu ábyrgdina av, at hesin skúli gjørdist so vitleysa dýrur, sum hann gjørdist. ? Ábyrgdina av hesum hava teir politikarar, sum settu primitivt, partapolitiskt agg og klandur fram um vit og skil. Sum løgdu vertin á alt annað, tí teir hildu seg kunnað skora nøkur partapolitisk stig. ? Eru hesir politikarar nevndir, eru teir kendir. ? Teir kunnu ikki setast frá fyri sína gerð. ? Men teir áttu at staðið alment fram og biðið Føroya fólk - og serliga suðuroyingar - um umbering.