Teitur Vágadal,sjúkrarøktarfrøðis-lesandi
-----
”So sigur hægsti løgfrøðingurin í landinum!” Nøkulunda soleiðis hava vit hoyrt løgmann úttala seg, í verju um alt málið viðvíkjandi óskilinum í Skálafjarðatunnlinum. Og nú vil løgmaður eisini fylgja tilmælinum hjá tí, og eg siteri, ”óheftu nevndini” viðvíkjandi lønarviðurskiftunum hjá landstýrissfólki.
Egin uppskot ella serfrøðisuppskot?
Havi sagt tað fyrr og eg endurtaki tað bara: Politikkur er løgin! Fyrst hava vit valevni, ið lova gull og grønar skógir og siga hvat skal gerast. Tað manglar ikki við loysnum, og vit fella fyri tí hvørja ferð við at velja nøkulunda tey somu inn aftur. Hví velja vit tey, og hví gerast tey knappiliga so fantasileys, tá tey eru komin innum gáttina? Hetta eru ikki spurningar eg ætli mær at viðgerða í hesari meinginini, men heldur, hvat tað so gevur okkum. Tit kunnu bara fáa svarið beinavegin: Óáhugaverdar, óhugsandi og ónýskapandi politikkarar. Sum ikki koma við nøkrum konkretum hugskotum sjálvir, ið ikki fylgja tað ein skuldi trú var teirra politisku sannføring, verið hon seg høgra ella vinstravend. Nú skjóti eg kanska nakað breitt, men hetta er so mín fatan. Latum okkum taka nøkur dømi.
”Nýskipanir”
Tað trýtur ikki við útsøgnum um at tað almenna er ov stórt og ineffektivt og akademikarar í Kóntórshavn. Ákærir um at er tað alment, so er tað ikki gott. Seinasta, tó óhepna dømi, er at í Tórshavnar kommunu skal umsitingin eisini sparast. Hví hon skal tað, skilji eg ikki heilt, tí at 90 % av skattapeninginum fer beinleiðis til tænastur, ið borgarin fær gott av.
Nú vóni eg bert at hetta er sannar rationaliseringar, og ikki bert politikara fjákalótir, uttan nakra fakliga grundgeving. Tí at hetta er tað, vit síggja á landsplan. Sagt verður at sparast skal uttan nakra sum helst grundgeving.
Ikki megna politikkarar sjálvir at siga, hvar skal sparast.
Annika Olsen visti ikki hvar í røktini hjá teimum eldru, tað skuldi sparast. Hon gjørdi bara eftir harraboðum úr landstýrinum, og visti ikki um tað var sápan, klútarnir, pappíri ella leiðarnir, ið eru ov dýrir.
Men kanska tað mest tragiska dømi um vantandi (ný)hugsan er hjá fíggjarmálaráðharranum. Skatturin skal umskipast verður tað sagt. Vit mugu lækka skattin og ”breiðka” inntøkugrundarlagið hjá landinum. Hvat so enn tað merkir?
Tí at fíggjarmálaráðharrin veit ikki sjálvur. Hann hevur sett embætisfólkini til at koma við uppskotum.
Síðani nær er tað embætisfólk, ið skal avgerða hvat skal setast í verk?
Er tað ikki tað vit hava valt Løgtingi til at finna útav? Til at koma við konkretum uppskotum í okkara stað og at útinna tey?
Um embætisfólkini skulu koma við loysnum, hvat í allari víðu verð skulu løgtingsfólk so gera? Burtursæð frá at spæla við nýggjar Ipaddar? Tað funnu tey útav! At gera tað lættari fyri seg sjálvi. Og tað er ikki nøkur sparing kann eg líka heilsa og siga. Eini 40 Ipaddar kosta nógv meira enn alt pappiri, sum verður prentað til Løgtingsfólkini. Í árunum ´08-10 brúkti Løgtingi eini 7-17 túsund kr/árið til prentingar av pappíri. So har er eingin sparing.
Samgonguslit
Og nú hevur løgmaður givið samgonguni hálvt ár til at koma við nýskipanum. Heilt erligt! Er tað nú ikki at leiðarin skal koma við visjónum og hugskotum? Løgmaður er róðri fyri Føroyar og tað er hann, ið skal seta út í kósina hvar vit fara. Sjálvt um hann javnan sigur seg ikki vera løgfrøðing, so er tað hansara ábyrgd at hava og halda skil á landsins lógum og koma við teimum broytingum, ið hann sær neyðugar. At bara blaka tað frá sær, at hann ikki er løgfrøðingur gongur ikki. Hyggur ein í søgubøkurnar, so var løgmaður millum tey fólk, ið dugdi lógirnar best. Upprunaheiti var løgsøgumaður. Hann kundi endurgeva tær.
Tíanverri hevur okkara løgmaður bert havt eina visjón, og hevur tað ikki eingong verði nøkur serlig visjón: At halda samgonguna saman í mininum 4 ár. Vit hava ikki fingið nakað hugskot um nýggja skattaskipan, nýggja heilsuskipan, nýggja vinnuskipan, nýggja fiskivinnuskipan. Bert hvussu hann skal leiða, hvussu hann er persónliga útspiltur, og hvussu keðilig andstøðan er. Tað, ið løgmaður tíanverri ikki hevur skilt, at tann krittikkur hann fær er ikki persónligur. Hann er fakligur. Løgmaður hevur fingið kritikk í kraft av sínum embæti, og tað er løgmaður, sjálvur sum hevur gjørt seg fortjentan til kritikkin. Um løgmaður ikki megnar at siga annað enn at hann er persónliga útspiltur, so hevur hann bert prógva, at hann hevur eingi mótprógv.
Kom við onkrum konkretum
Vil bara so til síðst heita á okkara landsins valdu: Kom við tykkara hugsjónum, verið seg hvat tær vera vilja. Skulu vit hava brúkaragjøld ístaðin fyri skatt? Privatskúlar ella ikki, privathospital ella ikki, fríar marknaðarkreftir at ráða á øllum vinnuøkjum, trý sjúkrhús, framhaldandi privatar læknar ella ikki? Kom við onkrum! Borgarligu megna ikki at koma við nøkrum borgarligum hugskotum vit kunnu fyrihalda okkum til. Andstøðan tíanverri kemur alt ov ofta við ókonkretum uppskotum, sum t.d. at lækka prísstøði. Hvat er tað fyri eitt diffust uppskot?? Kom við tykkara egnu uppskotum, avtaka MVG, oljuavgjald, íbúðarstuðul. Er tað veruligani so ringt at leita til eins egnu upprunahugsjónir og hvørjir uppskot per automatikk so fylgja? Ella hava tit yvirhøvur nøkur uppskot ella hugsjónir? Spurningar bæði til samgonga og andstøða.
Tí at koma tit ikki við uppskotunum sjálvi, so verða tað serfrøðingarnir og embætisfólkini, ið verða tvinga at koma við uppskotum (av tykkum). Og so hava tit forsømt tykkara skyldu sum fólkavald. Embætisfólk skulu tæna fólkinum, meðan fólkavald skulu umboða fólkið.
Himmalvíður munur.