Tað var rætt at skipa CHE samgonguna í februar í ár. Tað eri eg framvegis sannførdur um. Og eg eri eisini harmur um, at hon slitnaði. Hendan samgongan kundi havt slóðað nýggjar politiskar leiðir. Samgonguskjalið var nýskapandi og fylt við javnaðarpolitikki.
Trupulleikin var bert, at samgongan ongantíð gjørdist veruliga virkisfør. Gyltu politisku málini vóru til staðar á pappírinum og í retorikkinum. Men tað bilti við politiska handalagnum. Álitið millum samgongupartarnar reyk eisini beinan vegin, tá fyrstu avtalurnar longu vórðu brotnar minni enn eina viku inni í samgonguskeiðnum.
Harmiligt var tað, at hóast álit og virkishugur valdaði ímillum flestu samgongulimir, so súrgaðu aðrir partar umhvørvið so nógv, at allur politikkur steðgaði upp.
Til arbeiðis við ABC
Nú hava vit fingið nýggja samgongu og nýtt samgonguskjal, sum eisini inniheldur nógv góð javnaðarmál. Tey fylla kanska ikki so nógv í vavi í hesum skjalinum og eru ikki so innvavd í gylt lýsingarorð. Men í Javnaðarflokkinum eru vit tó sannførd um, at veruligur politikkur snýr seg um at fáa framt hugsjónina í verki, heldur enn bert at eiga hana á pappíri og í retorikkinum.
Tað er okkara greiða sannføring, at nýggja ABC samgongan veruliga kann borga fyri virkisføri og støðugum viðurskiftum. Tað er somuleiðis greitt, at nógv góð javnaðarmál eru í avtaluni ímillum teir tríggjar samgonguflokkarnar. Í so máta er grundarlagið undir hesari ABC samgonguni til munandi størri fyrimuns fyri javnaðarveljaran, enn grundarlagið undir gomlu ABC samgonuni frá 2004 var tað.
Størsti fyrimunurin við ABC - og møguliga eisini H – samstarvinum er arbeiðsfriðurin og harvið virkisførið. Vit skulu sjálvsagt rokna við nógvum órógvi frá formanninum í Tjóðveldi. Men kortini eri eg vísur í, at hendan samgongan fer at megna at virka til fyrimuns fyri borgararnar í landinum. Stóru avbjóðingarnar, sum heimsumfatandi fíggjarkreppan hevur við sær, krevja eisini støðug og álítandi viðurskifti á politiska pallinum, um vit sum samfelag ynskja at sleppa nøkulunda snikkaleys undan avbjóðingunum.
Javnaðarmálini
Tað var ein ógvuliga beinrakin eygleiðing, tá ein av limunum á javnaðarfundinum 24. september skýrdi nýggja ABC samgonguskjalið at vera eitt javnaðarpolitiskt skjal burturav. Tað taki eg sum eina staðfesting av, at vit eru komin nógv betri burtur úr ABC samráðingunum hesaferð enn í 2004.
Vit hava avtalað, at samhaldsfasti skal styrkjast, so útgjaldið kann hækka munandi. Hetta er ógvuliga avgerandi fyri liviumstøðurnar hjá einum stórum parti av pensjónistunum í landinum. Slíka avtalu bar ikki til at fáa í CHE samstarvinum.
Ríkisveitingin verður nú ikki lækkað í óðum verkum við stórum upphæddum av reinum nationalistiskum ávum, soleiðis at vælferðin kann koma í vanda. Í staðin er avtalað, at ríkisveitingin varisliga verður lækkað samsvarandi inntøkuvøksturin í samfelagnum. Hetta er fult í tráð við tað, ið Javnaðarflokkurin áður hevur skotið upp. Við hesum fara vit undir eina greiða tilgongd móti sjálvberandi búskapi, uttan at vit seta vælferðina til viks og leypa á bláman av nationalistiskum ótolni.
Avtalað er at fjálga um heilsuverkið og seta neyðugu orkuna av, so tað fæst at virka eftir krøvunum í einum nútímans samfelag. Í sama viðfangi sleppur brúkarin eisini undan sjúkrakassagjaldinum og fær harvið ein munandi avgjaldslætta.
Greiðar avtalur eru um at syrkja Barsilsskipanina, at skipa førleikagevandi arbeiðsmarknaðarútbúgvingar, at skipa útbúgvingar fyri serlærarar, at styrkja og menna fólkaskúlan og føroyskt undirvísingartilfar, at leggja til rættis nýggja almannalóggávu, at fremja pensjónsreformin og bústaðarætlanina í verki saman við nógvum øðrum góðum málum, ið eru við til at hjálpa um gerandisdagin hjá einstaka føroyinginum.
Javnaðarflokkurin er fegin um nýggja samstarvið og ásannar, at vit í hesum samstarvinum hava reellan møguleika at fáa framd fleiri av okkara høvuðsmálum í verki, heldur enn bert eiga tey niðurskivað í føgrum vendigum í øðrum samgongusamstarvi.