Frá nógvum samráðingum millum Landsstýrið og donsku stjórnina, sum løgtingskvinna, sum landsstýriskvinna, sum eygleiðari í bankakanningini, ið endurreisti Føroyar búskaparliga og moralskt, havi eg drúgvar royndir at byggja á, tá ið Føroyar skulu setast á dagsskrá í Danmark og úti í heimi. Fái er veljarans álit, skal eg gera mítt besta til tess at røkja áhugamál føroyinga.
Vit vita øll, at tær stóru politisku dagsskráirnar verða ikki loystar í teimum einstøku parlamentunum. Eg hugsi t.d. um veðurlagsbroytingar, umhvørvi, gransking og altjóðagerð.
Spilloljan, CO2 dálkingin, umhvørvisdálkingin og ódnarveðrini spyrja ikki eftir landamarki, tá ið rokningarnar verða sendar út. Og rokningarnar verða stórar - gera vit einki. Eisini skulu vit taka lut í teirri slóðbrótandi granskingini, sum skal vísa á nýggja og burðardygga menning hjá t.d. vinnulívinum. Her megnar eingin at gera nakað einsamallur. Og als ikki Føroyar. Gud náði okkum, um vit liggja sjóvarfallið av okkum.
Vit eru kanska smá og fá, men landafrøðiliga eru vit fleiri ferðir størri enn Danmark. Lata vit sum einki og uppfinna tápuligar undanførslur í t.d. Kyoto-málinum, so verða avleiðingarnar ógvusligar – eingin ivi um tað.
Tað liggur ein stór ábyrgd á okkara fólkatingumboðum at vera við til at finna burðardyggar loysnir saman við Danmark og øðrum londum.
Men tað nyttar ikki at verða statistur á altjóða leikpallinum, tað ræður um at arbeiða, at fáa ein høvuðsleiklut við hvørt. Og tað kemur ikki av sær sjálvum.
Skal tað bera til, má ein føroyskur fólkatinglimur vera fólkatingslimur burturav.