Tað kundi verið ein uppgáva hjá okkara valserfrøðingum at greitt okkum frá, hví so var. Helst eru tað nógv, sum hava valt hann, tí tey eru biðin um tað. Tí er tað veruliga so, at tey hava valt Óla Breckmann, tí tey av fullum huga stuðla hansara ultra konservativa politikki, so er tíðin komin at rópa varskó, tí tað eru størri tjóðir enn okkara, sum eru komnar illa fyri av slíkum monnum.
Dimmalætting hevur í fleiri leiðarum og eisini greinum skrivað um klandur í Tjóðveldisflokkinum, at Finnbogi og Heini semjast illa, men haldast má, at betur hevði verið at sópað fyri egnum durum, tí har hevur verið klandur í ólukkumáta. Tingmaður segði seg úr tingbólkinum og fór í annan flokk, og út útskrivaði sjálvur løgmaður løgtingsval í ítíð, tí hansara egna valfelag hevur koyrt hann frá sum formann í Sambandsflokkinum.
Í Fólkaflokkinum hoyrist einki um klandur, men tað er væl einki at undrast á, teir hava jú teirra førara, so har er bara at halda »Kæft, trit og retning«.
Sjónvarpið vísti herfyri ein filmstubba um Óla Breckmann, vísti okkum mannin frá eini heilt aðrari síðu, enn vit eru von við at síggja hann. Eg vil avgjørt ikki blanda meg uppí, hvussu Óli er sum familjumaður, og tað kenni eg heldur einki til, men eg haldi ikki, tað var heilt ópolitiskt at vísa ein film um ein av okkara mest kendu politikkarum, tá Sjónvaprið væl visti, at bæði fólkatingsval og løgtingsval stóðu fyri durum. Valsendingin hjá sjónvarpinum valkvøldið var eftir mínum tykki heldur ikki væl eydnað. Vit sóu ov lítið av valúrslitum, men bara einki sigandi tos aftur og fram um tað sama, og so sanniliga skuldu vit eisini síggja, hvussu nógvar breyðflísar blivu smurdar heima hjá Óla Breckmann, og so alt tað dýrabara skerpikjøtið, ið bleiv karvað niður.
At enda vil eg heita á mín góða vin og skyldmann, sjónvarpsstjóran, um at halda í heratoppin á teimum ungu fólkafloksmeðarbeiðarum, hann hevur har heima, so teir ikki fáa sníkt flokspolitiskar sendingar inn ímillum, nú løgtingsvalið stendur fyri durum.
Sverri Djurhuus