Forlagið Hemlið hevur givið út bókina Politikkur eftir Aristoteles í føroyskari týðing eftir Eilif Samuelsen. Henda bókin er skrivað fyri góðum 2300 árum síðani av einum av teimum størstu heimspekingunum, sum heimurin nakrantíð hevur kent og hevur enn í dag almikið at siga øllum, sum hava við politikk og samfelagsviðurskifti at gera.
Henda bókin átti at verið skyldulesnaður hjá øllum, sum bjóða seg fram at vera við til at stjórna einum samfelagi, bæði embætisfólki og politikarum, heldur høvudnurin Eilif Samuelsen, sum sjálvur hevur drúgvar politiskar royndir bæði sum landsstýrismaður og løgtingsmaður.