Hví koma tey og markerða seg nú alment ? Er tað tí at val verður um stutta tíð ? Er tað tí at veljaranir hjá hesum fólkum hava sagt frá og sagt at teir stuðla teimum ikki til næsta løgtingsval ?
Bjørn hevur veljarar úr Klaksvík og hetta rakar veljarar hjá honum. Alfred Olsen hevur veljarar av Toftum og har um leiðir og hetta rakar veljarar hjá honum. Marius Dam hevur veljarar úr Vágum og rakar tað ávíkavist eisini teir og sama er við Edvu´sa veljarum.
Hesi fýra fólkini siga at grundarlagi sum kunngerðin byggir á er ov veik. Tað vil við øðrum orðum siga, at hesi fýra fólkini vita betur enn Havstovan og onnur sum virka innanfyri hetta øki og tí kann ein spyrja” hví skulu vit so hava serfrøðingar”.
Víðari siga tey, at tey eru ikki spurd ella kunnaði um alt máli. Hví skal landstýrismaðurin spyrja tey um alt og mundi Bjørn Kallsoy gera tað, tá hann sat sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum ?
Nei, tað er gott við politikkarum sum hava rygg og ikki hokna í knøðunum tá røttu avgerðinar skulu takast og tola trýsti sum kemur uttanifrá.Hetta hevur Føroya land brúk fyri um vit skulu koma framá.
Hetta broti niðanfyri er tikið út úr heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum:
Viðvíkjandi økinum inni við land vísa kanningar hjá Havstovuni, at samanhangur er ímillum gróður í sjónum og støddina av fiski inni við land. Er gróðurin góður á landleiðini, er lutfalsliga lítið av stórum toski inni við land. Øvugt koma sonevndir slánar (t.e. rakfiskur) inn móti landi, tá gróðurin er vánaligur. Orsøkin er, at gróðurin innast við land er góður uttan mun til, um gróðurin á landleiðini er vánaligur. Smáfiskur verður tó verandi inni við land, uttan mun til gróðurin í sjónum. At friða økið inni við land merkir tí, at smáfiskurin verður vardur í friðaða økinum í friðaða tíðarskeiðinum og fyri tí reiðskapi, sum friðað verður fyri.
Friðaða økið er sum kunnugt úr hálvum upp í 3 fjórðingar úr landi og tekur støði í tilfari frá Havstovuni. Har ivi er um, hvørt bert smáfiskur er, ella ein blanding av ávikavist smáum og stórum toski, kemur ivin smáfiskinum til góðar – og tá verður hildið fast við at friða økið. Viðmerkjast skal, at síðugevinsturin er, at størri toskurin (slánarnir) eisini verður vardur, sum er væl sætt í altjóða høpi, herundir hjá MSC og ICES. Orsøkin er, at verður spurt, hvat Føroyar gera fyri at verja ávikavist smáfiskin og rakfiskin, so er hetta ein partur av einari sonevndari ”recovery plan”.
Í tilmælinum frá Havstovuni fyri 2011 verður eisini vís á, at tað er umráðandi at verja smáfiskastovnin, so eg fari bert at spyrja Bjørn og co. ”Hvørji argumentir vilja tey hava fyri at hetta skal tekkjast teimum” ? Og hvørju egin ella familjuer áhugamál eru tað tit verja ?