Norðoyingar kunnu takka politikarunum fyri, at tað ikki longu fyri tveimum árum síðani, varð farið undir at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall.
Tunlarnir eru ikki tíðarhóskandi longur, og nú hava tey, sum búgva norðanfyri tunlarnar, slíkan ampa av trygdini, at tey kallaðu saman til almennan fund týskvøldið í eini roynd at fáa nýggjar tunlar beinanvegin.
Men á fundinum kom fram, at tey kunnu bara takka politikarunum fyri, at tunlarnir ikki eru gjørdir – eisini politikarunum úr Norðoyggjum.
Tí, høvdu teir fylgt einum tilmæli frá Landsverki, var arbeiðið upp á tunlarnar longu byrjað fyri tveimum árum síðani.
Á Fundinum upplýsti Ewald Kjølbro, stjóri fyri Landsverki, at í samferðsluætlanini, stovnurin gjørdi í 2012, varð mælt til, at tunlarnir Norður um Fjall skuldi vera teir fyrstu, sum skuldi gerast. Farast skuldi undir teir longu í 2013 og teir skuldu verða liðugir um tvey ár, í 2017.
Síðani skuldi nýggjur Hvalbiartunnil gerast, og hann skuldi vera liðugur í 2020 og at enda skuldi tunnil til Viðareiðis gerast, og hann skuldi vera liðugur í 2023.
Men politikararnir gjørdu av at leypa bukk um hetta tilmæli frá Landsverki og samdust um at byggja tunlarnar í beint øvugtari raðfylgju. Sostatt varð fyrst farið undir Viðareiðistunnilin, og hann verður liðugur næsta ár. Síðani verður farið undir Hvalbiartunnilin, og hann verður liður í 2021 og at enda verður loksins farið undir tunlarnar Norður um Fjall, og teir verða so liðugir í 2024.
Men arbeiðið at gera Viðareiðistunnilin hevur gingið skjótari enn ætlað, soleiðis at hann kann vera liðugur longu næsta vár, eitt ár fyrr enn upprunaliga ætlað. Men tað veldst um, antin semja fæst um at framskunda játtanina til tunnilin.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at arbeitt verður nú við at framskundað fíggingina til Viðareiðistunnilin, so at hann kann gerast liðugur næsta ár, heldur enn at steðgur kemur í arbeiðið av tí at tað mangla pengar næsta ár.
Hinvegin liggur tað rættiliga fast, at nú er timælið frá Landsverki slept, verður hildið fram eftir politisku ætlanini, og sostatt verður nýggjur Hvalbiartunnil gjørdur fyrst, og síðani nýggir tunlar Norður um Fjall, sigur landsstýrismaðurin.
Og verður Viðareiðistunnilin framskundaður, eru eisini útlit til, at Hvalbiartunnilin, og tunlarnir Norður um fjall, kunnu framskundast tilsvarandi, heldur hann.
Tað er kortini ikki vist at tað ber til at framskunda ætlanirnar, tí stjórin á Landsverki sigur, at tað tekur hálvtannað ár at projektera Hvalbiartunnilin, og tað arbeiðið er ikki byrjað enn, og tað er heldur ikki játtaður peningur til tað enn.
- Hinvegin er eitt liðugt projekt fyri tunlarnar norður um Fjall. Tað varð gjørt í 2010, ella 2011 og tað varð klárt at leggja fyri Løgtingið, men so kom stígur í, sigur Ewald Kjølbro. Hann sigur, at eftir tí uppskotinum, fara nýggir tunlar Norður um Fjall at kosta 300 milliónir krónur.
Annars hevur Ewald Kjølbro onga viðmerking til, at politikararnir hava gjørt akkurát øvugt av tí, Landsverk hevur mælt til.
- Politikararnir hava gjørt sína egnu raðfestingar, og síni atlit at taka, og tað vita øll, sigur Ewald Kjølbro.










