Tað er skeivt at lata politikarar kanna, hvørjir almennir stovnar kunnu flytast út um landið, sigur stjórin á Hagstovuni. Hermann Oskarsson heldur lítið um áheitanina frá 13 samgongutinglimum á løgmann um at seta eina politiska nevnd at kanna, hvørjir almennir stovnar kunnu flytast út um landið.
-Tað eiga ikki at vera politikarar, men serfrøðingar, ið skulu gera eina slíka kanning. At lata politikarar gera kanningina hevði verið sera óheppið, sigur stjórin á Hagstovuni við Útvarpið.
Hinvegin heldur hann tað vera rætt at kanna býtið og árinið av almennum lønum. Ein kanning, sum Hagstovan hevur gjørt, vísir, at umleið helvtin av teimum, ið fáa almenna løn, búgva í Havn. Tey økini, ið eru ringast fyri við almennum lønum, eru Eysturoyggin og Vágar.