Hóast nógv tiltøk hava verið hetta vikuskiftið, so hava fólk skikkað sær heilt pent. Tað upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Men politiið hevur tó ikki gingið hendur í lumma alt vikuskifti, tí har hava verið nakrar fráboðanir.
Til dømis eru tríggir sjúkrabilar sendir avstað, og so hava politistar verið eftir nøkrum fullum fólkum. Í gjárkvøldið varð ein tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Eisini var ein fráboðan um húsaófrið, og hetta snúði seg um eitt par sum skeldaðist, tí tey vóru ósamd um eitthvørt. Politiið syrgdi fyri at friður bleiv.
Víkingafestivalur hevur verið í Hovi hetta vikuskiftið, og tá vóru politistar sjálvandi til staðar.
– Har spældi alt væl av, sigur vakthavandi á politistøðini.
Onkur lokalur meinti, at tað var for nógvur larmur, so politiið greiddi viðkomandi frá, at soleiðis er, tá tað er festivalur, og at tað skjótt var yvirstaðið.