Nú frættist úr Keypmannahavn, at politiið hevur avblást støðuna á Nørreport Station í Keypmannahavn.
Tað var um 19 tíðina, at boðað varð frá einum »mistænkeligt forhold« á tokstøðini, sigur vaktleiðarin hjá politinum í Keypmannahavn, Henrik Brix, sambært Ritzau tíðindastovuni.
Eingi tok ella metro steðgaðu á tokstøðini, og fólk sluppu ikki niður á støðina.
Men boð eru nú komin frá løgregluni, at vandin er av, og at kreppustøðan er avblást.
Fráboðanin á Nørreport Station kom júst eina viku eftir yvirgangsatsóknirnar í París síðsta fríggjakvøld.










