Seinastu dagarnar hava fáar landingar verið í Saltangará, men tær, sum hava verið, hava eisini verið rímiliga stórar. Í dag landa leirvíkstrolararnir Polarhav og Stjørnan 380.000 pund av upsa í Saltangará.
Seinasta leygardag landaðu Heykur og Falkur eisini í Saltangará. Teir høvdu umleið 485.000 pund tilsamans.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn vita tey ikki við vissu, hvussu teir næstu dagarnir í hesi vikuni verða, men møguliga verður onkur landing aftrat, sum dagarnir ganga.
- Skipini eru úti, og í næstu viku verður so í øllum førum boð eftir landarunum aftur, siga tey á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará.










