Polar Princess á Kollafirði

Polar Princess kom á Kollafjørð leygarmorgunin undan Grønlandi, har hann hevur havt rættiliga gott fiskarí eftir svartkalva og hevur prísurin eisini verið góður. Skipari henda túrin hevur verið Leivur á Rógvu.

Teir liggja nú á Kollafirði og taka útgerð inn og fer Polar Princess eftir ætlan í Barentshavið á toskaveiðu týsdagin kl. 14, har teir hava eina toskakvotu á eini 1200 tons. Skipari komandi túr verður Jógvan Líggjas Gregersen.

Fyri einum ári síðan varð Polar Princess, sum hevur eina rættiliga framkomna frabrikk við fleiri linjnum, longdur heilar 18 metrar.