Polar Nanoq: Tríggir mans tveittir í land

Tríggir mans við Polar Nanoq, sum hevur føroyskar yvirmenn, vóru leygardagin uppsagdir upp á standandi fót

Um vikuskiftið varð ein hassjkanning gjørd umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, sum hevur føroyskar yvirmenn.

26 mans umborð á Polar Nanoq skuldu kannast fyri, um teir høvdu brúkt hassj. Kanningarnar vístu, at tríggir mans høvdu roykt hassj.

Teir vórðu uppsagdir upp á standandi fót og koyrdir í land í nærmastu havn.

Tað boðar reiðaríið Polar Seafood frá í einum tíðindaskrivi.

Kanningar vórðu eisini gjørdar umborð á einum øðrum trolara hjá reiðarínum, men har vóru allar royndir negativar.

Polar Seafood hevur eftir afturvendandi trupulleikar við hassji umborð á trolarum innført eina null-hugsjón ímóti hassji umborð. Tí vórðu menninir, sum høvdu positivar royndir fyri hassj, uppsagdir á staðnum.

- Tað er sera álvarsamt, tá ið tú brýtur greiðar reglur. Ein trolari kann vera eitt vandamikið arbeiðspláss, og allir skulu kunna rokna hundrað prosent við hvørjum øðrum í øllum hugsandi støðum umborð. Vit hava tí mótvegis manningin undirstrikað týðiliga, at brúk av ólógligum rúsevnum hevur við sær uppsøgn, sigur Henrik Leth, nevndarformaður, og Jørgen Fossheim, stjóri, í einum tíðindaskrivi.