Íslendska løgreglan er liðug við kanningarnar umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq. Eftir ætlan fer skipið úr Íslandi seinni í dag.
Tað sigur stjórin í Polar Seafood, Jørgen Fossheim, í tíðindaskrivi í kvøld. Hann sigur, at nakrir av manningini valdu at fara heim, og at nýggj manningin er komin umborð.
Manningin er sera takksom fyri stuðulin, sum tey hava fingið undir avbjóðandi umstøðunum í Íslandi.
Tveir av manningin eru í varðhaldi hjá løgregluni undir illgruna fyri at hava havt okkurt við deyðan hjá Birnu Brjánsdóttir at gera.
– So vítt sum vit vita, er ein av teimum eisini illtonktur fyri at hava roynt at smugla eina stóra nøgd av hassji, sigur hann.
– Kanningarnar hjá íslendsku løgregluni í sambandi við deyðan hjá Birnu Brjánsdóttir og rúsevnunum umborð á trolarunum halda fram, og vónandi verður málið loyst sum skjótast. Polar Seafood fer at halda fram við at bjóða íslendsku myndugleikunum alla ta hjálp, sum vit kunnu. Allir spurningar í sambandi við kanningarnar skulu tí vendast til løgregluna, sigur Jørgen Fossheim.
Hann sigur, at seinastu dagarnir hava verið truplir fyri manningina á Polar Nanoq og onnur í Polar Seafood.
– Felagið kann ikki ábyrgjast fyri gerðir, sum einstakir av manningini hava framt. Øll í Polar Seafood eru í skakað av hendingunum og avdúkingunum seianstu dagarnar og bera samkenslu til familju og vinir hjá Birnu Brjánsdóttir.
– Vit í Polar Seafood eru takksom fyri alla ta hjálp, vit hava fingið í Íslandi í hesum truplu døgum. Vit vilja vísa okkara takksemi til íslendsku myndugleikarnar, uttanríkistænastuna og løgregluna, donsku sendistovuna eins og øll tey sjálvbodnu frá Icelandic Search and Rescue, skrivar Jørgen Fossheim, Fleet Manager hjá Polar Seafood.