Sum embætismaður í Tinganesi var ein uppgáva hjá Sjúrði Skaale at fáa »rætta boðskapin« í fjølmiðlarnar.
Hesum greiðir hann frá í bókini »2000 – tá Føroyar skuldu loysa«, sum kemur út í næstu viku.
Tá sáttmálaritið hjá landsstýrinum til fullveldissáttmálan var liðugt, varð tað fyrst í trúnaði lagt fyri uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum fyri at sleppa undan ov nógvum roki.
– Men tað elvdi til støðugt harðari kritikk frá andstøðuni, at øll tingfólk og almenningurin ikki sluppu at síggja tað. Øll vóru greið um, at ritið mátti almannakunngerast – og tað hevði eisini verið í huganum á teimum, sum skrivaðu tað, skrivar Sjúrður Skaale í bókini. Og hann skrivar víðari:
»Eg fekk uppgávuna at leggja strategiina mótvegis pressuni til rættis í sambandi við almannakunngerðina. Vit tosaðu um, hvussu væl tað hevði eydnast, tá Hvítabók kom út, og hvat vit kundu læra av tí.
Skjótt var komið inn á lekan til pressuna – og gjørt varð av at taka ta sakina í egnar hendur:
Til tess at geva landsstýrinum ein fyrimun í umrøðuni fór eg, hóskvøldið 27. januar 2000, til ein journalist á Dimmalætting. Við mær hevði eg eitt eintak av sáttmálaritinum og eitt eintak av "sjálvstýrisfaldaranum" hjá Javnaðarflokkinum.
Eg hevði strikað undir alla tær orðingar, sum líktust og greiddi frá, at tað ikki var av tilvild: Landsstýrið hevði havt faldara Javnaðarfloksins við í viðgerðini og lagt dent á, at møguleikin fyri breiðari semju skuldi standa opin. Hetta ritið skuldi síggjast sum ein innbjóðing til breitt samstarv.
Tað riggaði betur, enn eg hevði vónað.
"Breið semja í ljósmála", stóð á forsíðuni á vikuskiftisútgávuni av Dimmalætting, og á síðu trý greiddi høvuðusgreinin frá ætlanunum í ritinum undir yvirskriftini "Ein felagsskapur millum javnlíkar".
Undir yvirskriftini "Javnaðarflokkurin er tikin upp á orðið" stóð: "Lítil munur: Torført er at fáa eyga á nakra ósemju millum landsstýrið og Javnaðarflokkin, nú partarnir hava útgreinað síni sjónarmið um framtíð Føroya. Málini eru tey somu, um orðini fullveldi og ríkisfelagsskapur verða strikað úr sjálvstýrisorðabókini".
....
Greinin í Dimmalætting endaði við orðunum:
"At síggja til er tað ógvuliga lítið, sum skilir landsstýrið og størsta andstøðuflokkin. Eitt orð kanska. Ríkisfelagsskapurin. Sum ikki kann definerast, sambært Hvítubók."«