Alt landsstýrið gerst nú partur av málinum um atløguviðurskiftini hjá Smyrli í Havn.
Vinnumálaráðið hevur eina umbøn frá Tórshavnar Havn liggjandi um at gera eina nýtt atløgupláss til Smyril, so hann kann røkja farleiðina til Suðuroyar á besta hátt.
Og Mentamálaráðið hevur eitt greitt tilmæli frá Fornminnisnevndini, ið staðiliga mælir frá at gera eitt nýtt atløgupláss til Smyril, tí tað kann skaða fornminnini í Tinganesi.
Smyril í Havn
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er avgjørdur í spurninginum um, at Smyril skal hava eitt atløgupláss í Havn. Talan verður ikki um at lata Smyril sigla aðrastaðni, slær løgmaður fast. Men nærri eini loysn vil hann kortini ikki koma.
Hann vísir á, at øll eru áhugað í at varðveita Tinganes.
- Men vit kunnu ikki liva við, at Smyril er heimleysur í Havn, og tí má ein loysn finnast, so skipið gerst partur av havnalagnum, sigur løgmaður.
Hann ætlar sær nú fyrst at fáa eina frágreiðing frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, og eisini verður málið tikið upp á landsstýrisfundi í næstum.










