Pistorius kortini sekur í manndrápi

Hægsti rættur í Suðurafrika hevur í dag umgjørt dómin, sum Oscar Pistorious fekk í fjør. Suðurafrikanski rennarin, eisini nevndur Blade Runner, varð fyrr í ár dømdur fyri óviljað manndráp av unnnustu síni, Reevu Steenkamp. Ákæruvaldið kærdi dómin til hægstarætt, sum nú hevur givið ákæranum viðhald.

 

Hægstarættsdómarin metti, at dómstólurin hevði sæð burtur frá avgerandi prógvum í upprunaliga rættarmálinum. Tí má ein nýggj rættarsak til fyri at avgera, um Oscar Pistorius skal dømast fyri tilætlað manndráp.

 

Fyrrverandi olympiski rennarin, sum er heimskendur, tí at hann nýtir beinprotesir, varð handtikin eftir at unnusta hansara, Reeva Steenkamp, var funnin dripin í baðirúminum í húsi hansara í Pretoria. Oscar Pistorius vildi vera við, at hann handlaði í sjálvverju, tá hann skeyt gjøgnum eina afturlatna hurð, tí hann helt, at innbrotstjóvar vóru í baðirúminum.

 

Hann bleiv ákærdur fyri morð, men ein dómstólur fríkendi hann fyri bæði morð og tilætlað manndráp, men dømdi hann fri óviljað manndráp. Dómarin metti, at Oscar Pistorius hevði handlað í ósketni, tá hann skeyt og drap Reevu Steenkamp.

 

Hann varð dømdur fimm ára fongsulsrevsing. Oscar Pistorius var royndarleyslatin úr fongslinum í august, og eftir ætlan skuldi hann sita restina av dóminum í húsavarðhaldi.

 

Nú hevur Hægsti rættur so kolldømt avgerðina, og tí er neyðugt við einum nýggjum rættarmáli.