Úrslitið av Pisa-undankanningini hjá einstøku skúlunum hevur sjálvsagt stóran áhuga millum fólk. Nú hava vit fingið orð á allar skúlastjórarnar og yvirlitið er so gott sum fullfíggjað. Teir lógu soleiðis í yvirlitinum, at Skúlan á Giljanesi fekk 417 stig, 377 til Tvøroyrar Skúla og 390 til Meginskúlan á Sandi.
Veiku trongja hjálp
Sambært Hans Jørgensen, skúlastjóra, hevur undankanningin givið teimum nakað at hugsa um og onkrar ábendingar um, hvussu vit kunnu gera okkara skúlaverk enn betri.
- Hóast vit fingu 417 stig og sostatt liggja nummar trý í yvirlitinum, er tað kortini ikki nóg mikið og fara vit tí at gera okkara til at fáa enn betri úrslit. Vit hava gott tilfeingi at arbeiða við, og vit hava góðar lærarakreftir at gera góðskingararbeiðið, men enn vænta møguleikarnir at gera fulla nyttu av hesum, sigur Hans Jørgensen.
Hann vísir á, at nakað av tí týdningarmesta er at bøta um møguleikarnar hjá teimum bókliga og sosialt veiku í skúlanum.
- Hesi hava í flestu førum eitt ringt lív í føroyska fólkaskúlanum, og tey eru í flestum førum til ómetaligan ampa fyri undirvísingina, sigur hann og greiðir víðari frá, at ætlanin um skúlan fyri øll er framúr, men sum so mangt annað gott, so rakk fyrireikingin og neyðugu játtanirnar ikki til føgru orðini.
- Óansæð uppskot og grýtuklárar loysnir, so fáa vit ongantíð ein góðan skúla í hesum landi, fyrr enn tey veikastu - tey sum ikki makta núverandi avbjóðingar í skúlanum fakliga og sosialt - fáa tað gott. Tá tað málið er rokkið, liggur heimurin opin fyri heimsins besta skúla, tí vit hava lærarakreftir at taka sær av fakligu læringini, bara teir fáa møguleikarnar til tað.
Frá øðrum skúlum
Martin Eidesgaard, skúlastjóri í Tvøroyrar Skúla, sigur, at 377 stig sjálvsagt ikki er nógv gott, og at tey lógu nakað omanfyri 400 stig í støddfrøði, umleið 380 í lesing og at tað vóru náttúrulærugreinirnar, sum drógu nógv niður, eftirsum at úrslitið í teimum var 330.
- Sum í so nógvum øðrum skúlum taka vit eisini ímóti næmingum, sum hava gingið í barnaskúla aðrastaðni. Hetta kann hava ávirkan á úrslitið, og gevur okkum lítlar møguleikar at broyta, eitt nú innskúlingina hjá teimum, sigur hann.
Vit royndu eisini at fáa orð á Elnu Skylv Hansen, sum er nýliga settur stjóri á Meginskúlanum á Sandi. Av tí, at hon er á skeiði í hesum døgum, fingu vit orð á ein lærara, sum upplýsti okkum, at skúlin fekk umleið 390 stig í undankanningini.
Hetta eru stigini, sum skúlarnir fingu.
Kommunuskúlin: 423
Venjingarskúlin: 419
Skúlin á Giljanesi: 417
Tofta Skúli: 415
Argja Skúli: 415
Vestmanna: 415
Fuglafjarðar skúli: 407
Runavíkar skúli: 407
Felagsskúlin á Oyrarbakka: í miðjuni
Eysturskúlin: í miðjuni
Vágs Skúli: í miðjuni
Maginskúlin á Sandi: 390
Stranda Skúli: 387 (segði seg liggja 5. niðast)
Klaksvík Skúlin á Ziskatrø: 387
Tvøroyrar Skúli: 377
Sørvágs Skúli: 370
Klaksvík Skúlin við Ósánna: vil onki upplýsa
Sambært útvarpinum var lægsta talið 337