Arnstein Niclasen
Maktin og æran á flogi
Og har henda eingi óráð. Tí maktin er hjá brigaduni. Fyrisitingarliga - og tí eisini tann politiska. Soleiðis er skipanin bara. Bestilt m. a. av núverandi løgtingsformanni og verandi formanni í fiskimannafelagnum og verandi løgmanni. Sum tá í tøkum tíma vóru hóskandi høgt upp á strá í landsstýrismanningini í Tinganesi.
Brigadan er vituliga ikki at hitta. Og hevur einki alment at siga. Onga meining um nakað. Í øllum førum ikki til tað vanliga fólkið. Tó gevur brigadan síni duldu ráð - í tí dulda. Men einki ljóð hoyrist. Soleiðis skal tað vera.
Tí brigadan er altíð á fundi. Í ørgrynni av bólkum, ráðum og nevndum. Ad hoc ella fyri well. Ella eisini á flogi. Í øllum londum í eyst og vest, men ikki í Føroyum, mær dámar best, kundi sangurin heldur ljóðað. Til mikla gleði fyri avlopið hjá Magna á Atlantsflogi. Tí telda, fax, frímerki ella telefon finnast heldur ikki í Tinganesi.
Eftirmetingar
Ella er brigadan á seminari. Hon ger eftirmetingar og eftirmetingar av eftirmetingum. Tó ikki av alivinnuni. Nei, fy við henni. Tað kennist alt ov keðiligt. Vit hava tað jú so hyggeligt. Tað er ov smátt fyri stórar heilar. Og so var alingin bara ein triðingur av fíggjarlóg landsins(!).
Ja, og so er eisini brigadan støðugt undir útbúgving. Og tað má treingja til. Soleiðis at festa hár á beran skalla. Workshop, eitur eitt ítriv, vælsignað. Nær hevur Palleba verið á workshop? Helst líka so oftani sum Kalle Katt, lukka -.
Hvør stýrir?
Ein brigaduførari eitur løgmansstjórin. Áhugavert navn. Tí løgkonustjóri hevði ljóða heldur løggut. Eisini í hesum líkarættardøgum. Navnið er skiljandi fyri okkum vanligu veljarar, sum einki vita og enn minni frætta. Ein stjóri er jú tann, sambært tí einfaldu mállæruna í tí strátakta barnaskúlanum, sum stýrir einum bili, skrivstovu, kiosk ella tarvafelag. Tað vita jú øll. Um løgmansstjórin stýrir løgmanni av fanginum ella á halakukk -. Ja, tað kundi verið vert at vita.
So har er einki at koma eftir. Løgmannastjórarinnan stýrir. Kósin verður sjálvsagt løgd á samhaldsføstum ráðsmóti millum aðalstjórarnar in ones own good time á lukkaðum fundi. Einki hoyrist heldur haðani, og tó varð hurðin ein morgun gloppað so mikið fyri tí disko-ferma og meinaleysa Elis í útvarpinum, hetta: Jú, vit drekka vatn á morgni og kaffe klokkan 10. So vita vit tað. Einki varð tó nevnt um, um restin av degnum fór til at blanda eitur fyri farligar ella fiktivar fíggindar.
Er løgmaður tryggur við lagið?
Og skuldi løgmaður sagt nakað býtt, eftir tilráðing aðal-brigadunar, so rýkur hann kanska bara út, men brigadan heldur fram. Stabiliteturin er í lagi, sjálvandi. Haðani rýkur eingin út. Tað skuldi bara manglað.
Tí hetta hevur Finn Normann sligið fast, og er anbefallað av júst teimum, sum eftirsíðani hava mannað brigaduna, og alt samalt er síðani væl og virðiliga samtykt av teimum politiskt valdu næstan sum í ørviti.
So hetta hava løgtingsmenn gott av. Og eru teir ónøgdir. So skulu teir bara lata skuffuna aftur. Sum teir eisini gera. Men man tímin ikki vera komin, til at gera eina tørvandi eftirmeting av 10 ára vandasigling við høgum hýrum, og við støðugum halli á fíggjarlóg landsins seinastu árini?
Her mátti tó nógv verðið at spart. Men, nei, so heldur lirka ein hálvkaldan døgverða frá teim gomlu og niðurslitnu. Tí tey eru ikki so farlig. Og hví skulu tey hava nakað at eta? Tey nytta einki allíkavæl! (Tó haldi eg - í sannleikans áhuga - at landsstýrismaðurin ikki vitsti av hesum lokabragdinum, men brigadan....!)
Ja, svá hittast Høvdingar
Og tó, og tó! Onkuntíð er brigadan at hitta. Tá eru øll heima. Og tað er, táið onkur teirra fyllir runt ella hevur jubileum ella hevur okkurt annað er á bananum fyri tað betra slagið, sum er vert at feira og fyri almenna rokning. Tá møtast tey øll, og tá er einki óført.
Ein lítlan til mín, ein spískan til tín, tað riggar so væl...(!), nakað soleiðis syngur troubadururin Kári P. onkustaðni. Ja, pinnamat, rækjur, øður, kalt og fløtt borð, bløðandi tournedos og brúnkaður búffur...... alle tiders! Við SvF í litum á blettinum. Og væl er, at so er.
Og so verður farið upp á gólv: Jomfrúgvin Marita, neyðardýrið - ikki at forgloyma - verður hálað út úr aftur nunnukleystrinum at dansa við. Vangan niður á øksluna. Tá sær ein ordiliga skrappur út. Sjálvt brigadan dugir niðurlagið væl. Tað er gott. Tí heilin skal helst ikki yviranstrengast, soleiðsni. Og so dansar kongressin og jublar brigadan alla ta ljósu tíðina á árinum- -!
Brigadan og tann breiða samgongan
Men er so Landsstýrið púra handlingslammað og Løgtingið til tað turra undirhald? Tí samgongan er so breið, so breið at hon valla veit, hvat ið vendir upp ella niður. Og vit vanligu veljarar skulu bara halda tátt, tí vit hava valt samgonguna. Gott nokk ikki beinleiðis, tí vit hava óbeinleiðis representativt demokrati! So kom ikki her --.(Men hava vit valt brigaduna? ).
Spurningar eftirburðarins
Men eftir standa tó hesir spurningarnir fyri hvønn Kalla Katt og Palla Platt: Varð Finn Normann sendur ella bestiltur til Føroya fyri at fremja eina ovurdýra og yvirfylta komandobrúgv av maktsperdum ódugnakroppum, soleiðis at føroyska skútan gjørdist bedøvandi óstabil í vaggandi politiska menningargjálvinum?
Og varð Richard Mikkelsen sendur higar upp fyri at lemja búskap landsins fyri well?? Og var alt hetta planlagt á teim bonaðu gólvunum, helst áðrenn Ríkisumboðsmaðurin á ólavsøku streyk páfuglafjaðrahattin og sendi búnan hjá lord Nelson og svørið, Skræp, á museum?
Vit spyrja bara. Tí danir brúka sjálvir bara topp-professionellar úrmælingar á ovastu rók, meðan brigadan - - - (á ja, tú forbarmandi!) Ella er støða teirra fólkavaldu bara hóskandi laissez faire, nakað sum tær súrligu næturnar í Keypmannahavn: Jú, tað riggar so væl, tá ið ein biður teg - lova sær - at sova sær - hjá tær - -, sum skaldið syngur.
Men, pressan -
Men alt hetta fáa vit sjálvsagt at vita, um nakar er, sum klemmar kokubotnin. Tí vit hava - til alt held - eina fríða og fría og garvaða pressu við hóskandi hárhvassari public-service ábyrgd, ella hvussu? (Nústaðni rakni eg við). Ella er hon kanska við í brigaduni? Ja, hvør veit?