Í Turkalandi hava bjargingarlið bjargað teirri 14 dagar gomlu Azra undan einum húsum, sum rapaðu í jarðskjálvtanum sunnudagin. Gentan hevði tá ligið 46 tímar undir húsaleivdunum í býnum Ercis, men sambært myndugleikunum hevur hon tað gott eftir umstøðunum. Sjónvarpsstøðirnar siga, at mamma hennara er eisini á lívi, og at bjargingarfólk royna nú at bjarga henni undan húsaleivdunum.
Fyrr í dag eydnaðist tað at bjarga einari kvinnu og tveimum børnum undan einum rapaðum húsum. Kvinnan er við barn.
Samstundis hava teir turkisku myndugleikarnir kunngjørt, at higartil eru 366 fólk funnin deyð aftan á jarðskjálvtan. Umleið 1.300 fólk hava fingið skaða.










