Amerikanska sangarindan Pink syngur eina duett saman við rapparanum Eminem á nýggju fløguni hjá Pink.
Umframt tónleikin eru tey bæði Pink og Eminem eisini kend fyri at vera uppreistrarhugað og ring at fáast við. Tað vóru tó eingir trupulleikar, tá tey bæði blivu samd um at syngja saman.
- Hann segði Vilt tú gera ein sang saman við mær?. Fuck Yeah. So spurdi eg Vilt tú gera ein sang saman við mær? og hann segði Fuck yeah!. Vit tóku í hondina hjá hvørjum øðrum. Ongar undirskriftir. Tað var tað, sigur Pink við australsku avísina Herald Sun.
Sjálv væntar Pink, at sangurin Here Comes The Weekend verður eitt alternativt klubbhitt. Harafturat avdúkar hon, at hon og Eminem hava ætlanir um at gera minst ein sang afturat saman.
Sangurin verður við á 6. fløguni hjá Pink, sum kemur út á amerikanska fløgumarknaðin 16. september, meðan europearar kunnu keypa fløguna í handlunum dagin eftir, 17. september.