Tað sást á skattatølunum, at tað er nógv virksemi í Klaksvík. Í februar var skattainntøkan hjá næststørstu kommununi 12,9 prosent hægri, enn hon var sama mánað í fjør. Tað er merkisvert, tí skattaprosentið er 1,25 lægri nú, enn tað var í fjør. Nú er tað 20,75, og í fjør var tað 22,0.
Meðan skattainntøkan í Klaksvík í januar var 1,24 prosent, sum svarar til 147 túsund krónur hægri enn í januar í fjør, so var talan um nógv størri vøkstur í februar. Tá var vøksturin 12,9 prosent ella 1,68 milliónir krónur.
Tveir teir fyrstu mánaðirnar er framgongdin í skattainntøkuni hjá Klaksvíkar kommunu 1,83 milliónir krónur ella 7,36 prosent.