Píkarnir skulu undan í dag

Í dag skulu píkadekkini takast undan øllum bilum. Tí frá 1. mai til 15. oktober er ikki loyvt at koyra við píkadekkum.

Í dag skulu píkadekkini takast undan øllum bilum. Tí frá 1. mai til 15. oktober er ikki loyvt at koyra við píkadekkum.

 

Sambært kunngerð frá Vinnumálaráðnum, so er heldur ikki loyvt at nýta summardekk í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálka er, við at akfarið er skøtt við ketum á hjólunum á trekkakslinum. Í hesum tíðarskeiði kunnu ístaðin vetrardekk ella píkadekk nýtast.

 

Men hóast píkadekk ikki eru loyvd frá 1. mai til 15. oktober, so kunnu neyðsendarakfør og akfør, ið nýtt verða í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar í hesum tíðarskeiði teir dagar, ið hálka er. Sama er galdandi fyri stovnsbilar hjá Almannaverkinum, sum heimarøktin nýtur.