Í kvøld verður filmurin ?Pigen der legede med ilden? frumframførdur um allan heim. ? Eg havi gjørt mítt besta at eftirlíkna Lisbeth Salander, sigur Noomi Rapace, filmsleikari Í kvøld verður filmatiseringin av bókini hjá Stig Larsson ?Pigen der legede med Ilden?, frumframførdur um allan heim ? eisini í Havnar Bio.
Fyrsta filmsútgávan av trilogiin hjá Stig Larsson ber heitið ?Mænd der hader kvinder?, og hevur hendan fyrsta svenska filmatiseringin móttikið ógvuliga jalig ummæli um allan heim.
?Pigen der legede med ilden? hevur havt sníkisýningar í ymsum biografum í Norðurlondunum, og meðan ummælararnir ikki hava verið ein glaðir fyri seinna filmin, hava teir vanligu hyggjararnir latið sera væl at.
Noomi Rapace hevur høvuðsleiklutin í filminum, og í fylgju bókini lýsir hon persónin Lisbeth Salander sera væl.
-Eg havi gjørt nógv fyri at líkjast Lisbeth Salander av útsjónd, men eg seti markið við silikonbróst, sigur 29 ára Noomi Rapace við eb.dk.
Í bókini fært Lisbeth Salander størri bróst.
Men nógvir menn mugu fara vónbrotnir til húsar eftir filmsýningina, tí Lisbeth Salander hevur ikki fingið størri bróst.
Noomi hevur gjørt nógv fyri at transformera seg til Lisbeth Salander. Nærum hvønn dag hevur hon vant millum annað kickboksing, taekwando og thaiboksing.
-Eg havi vant umleið fýra ferðir um vikuna, soleiðis at mín kroppur skuldi gerast eins drengjaligur sum tann hjá Lisbeth Salander, sigur Noomi Rapace.
?Pigen der legede med ilden? verður fyri fyrstu ferð sýndur í Føroyum í kvøld kl. 18.00, tá ið hann verður vístur í Havnar Bio.