Á ársfundinum hjá Dansk Folkeparti hevur Pia Kjærsgaard sagt farvæl sum forkvinna fyri flokkinum, sum hon sjálv stovnaði.
Ein annar, sum stovnaði flokkin saman við henni, Kristian Thulesen Dahl, er valdur sum nýggjur formaður.
Eg eri glað fyri avgerðina. Eg havi als ikki angra eina einastu ferð, sigur Pia Kjærsgaard.
Tað er longu nakað síðani, at stovnarin hevur boðað frá, at hon ikki tekur við aftur einum afturvali, men fyri tað steðgar hon ikki politiska lívið.
- Eg vil fegin nýta tíðina til annað enn politikk, og eg havi leingi ætla mær at læra grikskt, sigur Pia Kjærsgaard við eb.dk.