15. juni kemur nýggja fløgan, Transit, hjá Petur Pólson. Hetta er triðja fløga hansara.
Hon er framleidd av Benjamin Petersen, og er upptikin í Beitishúsinum í Miðvági, sum er barndómsheim Mikkjals á Ryggi. Aðrar upptøkur eru gjørdar á Støkumørk, Innan Glyvur, í Sólarmagn á Velbastað og í Syðrugøtu. Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað og Tim Young hevur staðið fyri masteringini.
Á "Transit" eru 10 løg og er fløgan góðar 35 minuttir til longdar. Undir upptøkunum hava fleiri fólk verið við, m.a. á lagnum "Pissa móti vindi" varð alment boðið til at koma við á upptøkurnar og vóru eini 20-30 á gólvinum og luttóku. TUTL gevur fløguna út.
Uni Árting hevur framleitt húsa og bókling. Á "Transit" eru løgini:
1. Í trongum skóm
2. Alt sum melur
3. Prika hol á
4. Íspegil
5. Transit
6. Hóttafall
7. Pissa móti vindi
8. Leiklok
9. Neistarok
10. Gud var tað tú sum gjørdi fanan
Petur Pólson fer við manningini, sum telur Benjamin Petersen (gittar, sang), Lyon Hansen (orgul, sang), Jens L. Thomsen (bass, sang), Mikael Blak (synths), Jan Rúni Poulsen (trummur, rasl) Uni Árting (trummur, rasl) og Rebekka Petersen (sang) at hava framførslur í sambandi við útgávuna:
15. juni - Tutl handilin, Havn
16. juni - Beitishúsini, Miðvágur
18. juni - Útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum, Havn
24. juni - Tøting, Syðrugøta
25. juni - Gamli skúli, Sørvágur
Í samband við at fløgan kemur út verður móttøka í TUTLhandlinum á Káta Horninum, mikudagin 15.juni kl. 16.30. Har Petur Pólson framførir løg av nýggju fløguni saman við Lyon á Harmoniku og Benjamin á guitar.
Kaffi og okkurt gott til góman verður at fáa.









