Petur Nielsen farin frá sum stjóri á Umhvørvisstovuni

Vegna ósemju um bygnaðarbroytingar

Heilsu- og innlendismálaráðið boðaði fyri løtu síðani frá, at Petur Nielsen er farin frá sum stjóri fyri Umhvørvisstovuna.

Orsøkin er, at partarnir eru ósamdir um seinastu bygnaðartillagingarnar á Umhvørvisstovuni, eru stuttu boðini frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Petur Nielsen gevst í starvinum beinanvegin.

Ari Johanesson, sum í løtuni starvast í orkudeildini á Umhvørvisstovuni, tekur við sum virkandi stjóri, til nýggjur stjóri er settur.