Petur Knudsen: Tað gongur skjótari í hvødinum nú

FM1: Ársins spælari í føroyskum fótbólti er í holt við at lyfta seg upp á eitt hægri stig

Petur Knudsen skifti fyrr í ár til Lyngby í næstbestu deildini í Danmark. Tað er nakað øðrvísi, enn at spæla fyri NSÍ.

 

- Tað er nakað nýtt. Nýggjar avbjóðingar og tað er øðrvísi enn tað í Føroyum. Eisini ein hópur, sum er á hægri stigi og tað gongur skjótari fyri seg. Eisini alt tað rundan um er á einum hægri stigi. Hetta er spennndi fyri meg, tá eg nú havi valt fótbóltin og eg eri eisini follin væl til, sigur Petur Knudsen.

 

- Lyngby er eitt felag, sum er kent fyri at taka væl móti spælarum, og tað havi eg kent á mær, tí taka hava teir eisini gjørt fyri meg. Byrjanin hevur verið góð. Eg havi fingið fimm mál í átta dystinum. Eg havi ikki spælt so nógv, tí eg havi drigist við ein skaða í lýskuni og rygginum, tí vit hava skift undirlag.

 

- Eg føli at tað skal ganga skjótari, men tað ger tað eisini. Nú havi eg verið har í tveir mánaðir og tá skuldi tað helst byrjað, sjálvt um tey siga at tað plagar at taka eitt hálvt ár at venja seg við. Eg føli eisini til veningarnar her, at tað gongur eitt sindur skjótari í høvdinum, enn tað hevur gjørt. Tað er positivt, men tað fer eisini at blíva enn betri.

 

- Eg vóni sjálvandi at sleppa at spæla, og eg føli meg til reiðar, men tað er upp til venjaran um eg skal spæla ella ikki, sigur Petur Knudsen at enda.

 

FM1 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleiki í morgin.