Petur undir Snið var ein sermerktur persónur. Sera virkin og framfýsin og smæddist ikki fyri at seta nakað í gongd.
Har aðrir, heldur sinniligari enn Petur, vildu tátta í, tá teir hildu hann hava lyndi til at leypa framav, helt Petur fast við
sítt. Hann var í mongum førum víðskygnari enn teir flestu. Tað gav at bíta, tá hann sum bygdarráðsformaður saman við
øðrum fekk útint ta stóru verkætlan at fáa bátahylin víðkaðan - dokkina vit kallaðu - so útróðrarbátar nú kunnu liggja
har so toluliga tryggir, hóast Kvívík er eitt ógvusligt brimpláss á útsynningi-suðri - umframt annað hann fekk í lag.
Hóast hann, sum mangur annar kundi snáva, so fótaði hann sær altíð aftur og gjørdi vart við seg. Hjá Peturi skuldi
altíð okkurt gerast. Við hvørt kundi hann seta glísurnar á onkran, ið helt hann vera heldur framfýsnan. Tá kundi hann siga,
at her sita vit ikki og kneppa hendur. Hann var vinsælur, men hevði sínar meiningar, sum hann ongantíð duldi fyri.
At koma niðan úr Urð - ella niðan av Fløtti - vóru Snið-húsini har. Tummas bróðir sáli og eg fingu mangan eitt vink um at
støkka inn í kjallaran. Har var hugnaligt. Røkin sum hann var, vísti hann okkum millum annað korðuna hjá langabba
sínum, »Gamla Muller« tey kallaðu - sum hevði verið í Slesvík-Hollstein krígnum í 1848/49 og annað, hann hevði savnað,
vælt um og snøggað.
Nú hann, Petur undir Snið 81 ára gamal, varð borin út úr Kvívíkar kirkju herfyri, rann mær so nógv í huga. Eitt nú
at minnast hann sum sjónleikara í teimum skemtiligu kommediunum (sponsku flugu o.ø.) Honum nýttist ikki at gera seg
upp sum sjónleikara. Hatta er bara Petur, sum hann í veruleikanum var.
Sum starvsmaður á Telefonverki Føroya Løgtings, sum tað tá æt, kom hann víða um, serliga í Norðstreymoy og kom at
kenna nógv fólk. Hann átti nógv vinfólk; tað sást, nú hann fór til gravar úr Kvívíkar kirkju. Sjáldan hevur so stórt fylgi
fylgt einum kvívíkingi til gravar.
So leingi hann orkaði, var hann hvønn sunnu- og halgidag í kirkju. Hana var hann sera góður við; og at síggja hann í sínum
stóli haldandi saman hendur, var ein fyrijáttan hjá honum um tað, ið koma skuldi.
Hjá øllum tykkara, Ebbu, Ansu, Helgu, Fríðu og »Lítla Peturi«, ið hann var so góður við, kenst nú ein tómi. Hann dregur
upp í seg aftur sum frálíður.
Okkurt hevði tú sagt um hetta, ið tín góði vinmaður hevur fest á blað!
Hvíl í friði, góði Petur.
Ívar