Ráðið fyri dómaratilnevningar fyri Føroyar hevur kunngjørt teirra tilmæli til leysa starvið sum sorinskrivari í Føroya rætti.
Ráðið mælir til, at tað verður Peter Flügge , ið verður settur í starv sum nýggjur sorinskrivari í Føroya rætti. Peter Flügge er frammanundan dómarafulltrúi í Føroya rætti og hevur starvast har seinastu tíggju árini.
Tað er danska løgmálaráðharranum, ið setur starvið. Vanligt er tó, at løgmálaráðharrin fylgir tilmælinum frá ráðnum.