Pete Bethune vitjaði 6. flokk

Tað kann helst tykjast mongum undrunarvert, at umhvørvisaktivisturin Pete Bethune og hansara fólk í dag vitjaðu 6. Flokk í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Maðurin, sum Uttanríkisráðið hevur ávarað ímóti, er kortini sloppin inn í ein føroyskan fólkaskúla.

Rás2 hevur í dag tosað við skúlastjóran í skúlanum Høgna Joensen, men hann vil ikki svara uppá spurningar í dag.

Rás2 hevði annars ætlanir um at spyrja hvat pedagogiska endamálið við tiltakinum var. Um skúlin hevur hugsað um hvørja ávirkan tað kann hava á tey 13 ára gomlu børnini, og um foreldrini vóru eftirspurd áðrenn hesin ekstremisturin kom inn í skúlastovuna.

Haraftrat var ætlanin at frætta, hví Skúlin á Løgmannabreyt ikki hevur tikið áheitanina frá Uttanríkisráðnum til eftirtektar, tá ið heitt var á allar almennar stovnar um at halda frástøðu frá Pete Bethune og hansara viðhaldsfólki.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í skúlamálum sigur við Rás2 í dag, at hon fer at seta seg í samband við skúlastjóran í Løgmannabreyt, og fáa at vita hvat endamálið við hesum tiltakinum var.

Tað sama sigur forkvinnan í foreldraráðnum, Beinta Joensen, sum nú vil hava svar uppá hesar spurningar.