Fyri eini løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp á Vegnum Langa í Hoyvík tá ið ein bussur og ein persónbilur stoyttu saman.
Bussurin kon koyrandi eystureftir, tá ið ein persónbilur, sum kom koyrandi vestureftir, kom ov langt yvir í vinstru síðu. Fyri at sleppa undan samanstoyti, snaraði bussførarin til høgru og fór út av vegnum óg út á bøin, men har var slætt, so hóast bussurin fór heilt út av, koyrdi hann mest sum eftir sløttum.
Fólk var í bussinum, men ongin skaði hendi. Hinvegin fór persónbilurin illa, men heldur ikki førarin á honum, sum var einsamallur í bilinum, fekk stórvegis mein av hendingini, greiða eygnavitni frá.
Óhappið hevur tarnað ferðsluni eitt sindur serliga tí hesa tíðina á degnum er heilt nógv ferðsla.
Niðanfyri eru fleiri myndir av óhappinum










