Pernille og Súna vunnu - Annika og Lív vóru fyri stórtapi

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í dag

Fýra føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í dag.

 

Í Green Sports Arena høllini í Ringkøbing mátti liðið hjá Rakul Wardum, Ringkøbing lúta 34-39 fyri liðnum hjá Pernille Brandenborg, Keypmannahavn. Útiliðið var á odda 21-15 í steðginum.

 

Pernille var effektiv í dag. Hon skoraði fimm mál upp á fimm málmøguleikar, og hon legði eisini upp til eitt mál og vann liðnum hjá sær eitt brotskast. Rakul slapp at royna seg við tvey brotskøst hjá Keypmannahavn, annars var tað Stephanie Andersen sum vardi málið hjá Ringkøbing.

 

Í Fælledhøllini í Skanderborg vunnu Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg 30-24 á Bjerringbro. Í steðginum var heimaliðið á odda 13-10.

 

Súna skoraði trý mál og legði upp til tvey mál (assists). 

 

Annika Fríðheim Petersen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í EH Aalborg taptu í Sydbank Arena í Aabenraa stórt 22-37 fyri Sønderjyske. Í steðginum var heimaliðið á odda 19-10.

 

Lív skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál. Annika bjargaði fýra av 21 málroyndum, og hon var tí eina tonn betri enn kappingarneytin, Johanne Graugaard sum bjargaði fýra av 23 málroyndum. 

 

Í annaðkvøld klokkan 19 taka Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens móti Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg.

 

Støðan:

 

Nr.Lið: DystirStig
1Odense 1122
2Team Esbjerg     1120
3Ikast-Herning1118
4Keypmannahavn1118
5NFH    1113
6Viborg HK  1012
7SønderjyskE1112
8Silkeborg-Voel  117
9Skanderborg117
10EH Aalborg116
11Aarhus United115
12Bjerringbro  115
13Horsens104
14Ringkøbing  113