Aftur í ár hava nakrar kvinnur hava leitað saman og í felag latið upp jólasølu í Perluni, sum Tórshavnar Býráð eigur. Hetta vakra hølið goymir seg sum ein Perla, millum gamla Reinsaríið og Miðlahúsið í Tórsgøtu í Miðbýnum.
Til sølu er alt møguligt føroyskt handverk, bæði meira nútímans virkað pløgg og lutir og eisini pløgg og lutir virkaðir eftir gomlum siði. Lutir eru eisini gjørdir úr endurnýttum tilfari, so sum smúkkur, einglar, pungar o.a.
Tað setir sín dám á framsýningina, at tær eru fleiri ymiskar kvinnur, sum luttaka..
Sum dømi kunnu nevnast føroyskar puls-hosur bæði siðbundnar og í meira frískum litum, møtlar til føroysk klæðir, turrikløð og húgvur, heimabakaðar smákøkur og góðgæti, bundnar troyggjur bæði til børn og vaksin, smúkkur úr ymiskum tilfari, málningar og nógv annað.
Opið er í dag og í morgin frá klokkan 13 til 17,30, fríggjadagin frá klokkan 13 til 18, og leygardagin frá klokkan 10 til út á kvøldið.
Kvinnurnar, sum luttaka eru hesar: Majken Hammer, Rannvá Dávadóttir, Ásla Rannvá Svensson, Jóna og Alice Jespersen, Jórunn Dánialsdóttir, Eydna Berg, Elin Lindenskov, Eir Norðberg, Malan Guttesen og Elin í Geil.