Perez hevur ikki slept ætlanunum um European Super League

Nú ætlar forsetin hjá Real Madrid at fáa fótbóltsfeløg við í verkætlanina, ið hava nógvar fjepparar

Florentino Perez vil ikki sleppa ætlanunum um European Super League

Florentino Perez vil ikki sleppa ætlanunum um European Super League

Fótbólts-Evropa varð um at syndrast seinast í apríl tá Arsenal, Chelsea, Manchester United, Liverpool, Manchester City, Tottenham, Inter Milan, Juventus, AC Milan, Barcelona, Atlético Madrid og Real Madrid boðaðu frá, at tey fóru at stovnað sína egnu evropeisku fótbóltsdeild, European Super League.

 

Fótbóltsfólkið í Onglandi reisti seg móti verkætlanini hjá Florentino Perez við fjepparunum hjá Chelsea sum undangongufólkum, og skjótt máttu eigararnir av teimum seks ensku feløgunum leggja kongin og trekkja seg úr verkætlanini. Teir hava síðani staðið í bíðirøð um biðið um umbering til fjeppararnar. 

 

Bæði liðini í Milano og arbeiðarafelagið í Madrid, Atlético trekti seg eisini, og tey hava saman við teimum seks ensku feløgunum rindað eina bót fyri sín lut í European Super League.

 

Men enn treiskast Real Madrid, FC Barcelona og Juventus við forsetanum hjá Real Madrid, Florentino Perez á odda. Í samrøðu við stóra spanska ítróttarblaðið, Marca sigur Florentino Perez, at ætlanirnar við ESL halda fram: - Talan er um ein bindandi sáttmála, og Super League heldur fram. UEFA hóttir okkum fyri at verja sína altvaldandi støðu, og tey ensku feløgini blivu tvungin út. Nú bíða vit eftir einum úrskurði hjá einum evropeiskum dómstóli í Luksemborg, ið fer at gera av um tað er lógligt sum UEFA hevur gjørt, sigur Florentino Perez. 

 

Florentino Perez og UEFA-forsetin, Aleksander Ceferin sita illa um sátt, og tað hevur fingið ilt í Flortentino Perez, at UEFA ætlar at útihýsa Real Madrid, FC Barcelona og Juventus frá UEFA Champions League: - Vit missa átta miljardir evrur og Ceferin hevar sína feitu løn. Hetta eru menniskju sum hava stór framíhjárættindi og ynska at halda fast við hesi framíhjárættindi. Teir hava longu roynt at sparka okkum út úr Champions League, men dómstólararnir hava staðfest, at tað kann UEFA ikki gera, sigur Florentino Perez.

 

- European Super League er ikki stongd, men opin. Sevilla og Villareal fara at fáa møguleikan at gerast partur av ESL. Vit mugu byrja við feløgunum, ið hava flest fylgjarar og fjepparar. Superligan varð stovnað av fótbóltsfeløgunum sum hava flest fylgjarar og teir størstu fjepparaskararnar. Um tað ikki eru pengar í fótbóltinum, so doyr fótbólturin, sigur Florentino Perez við Marca. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Florentino Perez vil ikki sleppa ætlanunum um European Super League

Florentino Perez vil ikki sleppa ætlanunum um European Super League