Ein av fyrstu døgunum verður virksemið hjá Bjálvingarstuðulsgrunninum at veita
bjálvingarstuðul og orkulán til pensjónistar tikið uppaftur Einki stuðuls- ella útlánsvirksemið hevur verið í Bjálvingarstuðulsgrunninum í nógv ár.
Í løtuni liggja umleið 200 umsóknir í grunninum, sum ikki kundu avgreiðast, tí
reglugerðin hevur forðað fyri hesum.
Men nú fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer nú at broyta reglurnar, soleiðis at
Bjálvingarstuðulsgrunnurin alt fyri eitt kann fara undir sítt virksemið aftur. Tað sigur landsstýrismaðurin í í kvøld.
Harumframt fer landsstýrismaðurin at leggja uppskot fyri tingið, har Húsalánsgrunnurin
eisini fer at veita lagalig orkulán til øll føroysk sethús umframt lagaliga fígging til
serligar lutaíbúðir, vardar íbúðir og aðrar byggiverkætlanir av slíkum slagi.
Virksemið hjá Húslánsgrunninum á vanliga sethúsamarknaðinum steðgaði, tá privatu
peningastovnarnir tíðliga í 1990-árunum byrjaðu at geva heildarfígging. Tað hevur tí
lítið og einki útlánsvirksemi verið í Húsalánsgrunninum seinastu 15 árini.
Politiska ætlanin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er at broyta endamálið við
Húsalánsgrunninum og hinum báðum grunnunum og býta virksemið hjá grunnunum
upp i trý høvuðsøkið:
Bjálvingarstuðul og orkulán til pensjónistar.
Orkulán við lagaligari rentu til øll hús í Føroyum, har endamálið er at Orkulán við lagaligari rentu til øll hús í Føroyum, har endamálið er at minka um
føroysku oljunýtsluna og CO2-útlátið.
Lagalig lán til lutaíbúðir, vardar íbúðir og aðrar serligar byggiverkætlanir av slíkum
slag, sigur fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.