Pensjónistar á 25 ára veitslu

Í heyst eru 25 ár síðani, a Landsfelag Pensjónistanna varð sett á stovn og í tí sambandi verður stór veitsla fyri øllum pensjónstum.

Stovningardagurin er 24. oktober og veitslan verður á Hotel Føroyum í Tórshavn, leygarkvøldið 1. oktober.

Seinasta freist at boða frá luttøku, er 23. september.

Á veitsluni fer Arne Thorsteinsson, formaður í felagnum, at bjóða vælkomin og síðani stendur Heri Mørkøre fyri borðhaldinum.

Gestarøðari er Sigvald Kristiansen fyrrverandi formaður í Landsfelag Pensjónista.

Undir borðhaldinum verður felagssangur og tá fara eisini Anfinn, Tommy og Regin at undirhalda við sangi og tónleiki á harmoniku og kontrabas og lutaseðlar við nógvum, góðum lutum verða trektir áðrenn borðhaldið er liðugt.

Aftaná borðhaldið fara Jassarnir, sum eru Ísak og Regin, at spæla til enskan dans men tað verður eisini føroyskur dansur, har dansarar úr Tøkum Lætt og Petur Skeel, skipa fyri.