Pensjónir við sviðið soð

Fíggjarlógin samtykt ? men ikki ein króna afturat til pensjónir

 

Fíggjarlógin fyri næsta ár er nú samtykt í Løgtinginum. Men hóast nógvar royndir vóru gjørdar at hækka pensjónirnar, bleiv ikki ein króna játtað afturat til pensjónir næsta ár, ikki ein króna.

Tað vóru mong sum fegnaðust fyri tveimum árum síðani, tá ið næstan hvør einasti pensjonistur av álvara sá á lønarseðlinum, at nú var ein bati at hóma. Tá fekk hann ella hon, sum bara hevði sína fólkapensjón at liva fyri, út ímóti 1000 kr meira hvønn mánaða. Mong høvdu vónað, at fíggjarlógin fyri 2002 skuldi gera tað møguligt, at fremja eina líka góða hækking næsta ár. Men so var ikki. Tá ið triðja viðgerð av fíggjarlógina var av, vóru uppskotini um at hækka pensjónirnar feld.


Tað stóð ikki á at játta milliardir

Tað stóð annars ikki á at játta pening ? og nógvan pening til ymisk endamál.

Umframt eina fíggjarlóg uppá uml. 3,5 milliardir krónur. So samtykti Løgtingið at byggja eitt nýtt strandfaraskip og ein undirsjóvartunnil afturat, sum koma at kosta eina slaka milliard tey næstu trý árini. Hetta eru nógvir pengar. Ein og sama dag samtykti Løgtingið at játta allar hesar pengar. Men 29 milliónir til pensjonistarnar orkaði man ikki at atkvøða fyri.

Av einari fíggjarlóg uppá 3.5 milliardir krónur eru 29 milliónir ein dropi í havið. Tað er minni enn eitt prosent. Men til akkurát hesar pengarnar, má man hava ekstra nógva tíð at umráða seg. Hóast tørvurin er tann størsti hjá júst hesum fólkum. Men at játta eina milliard til stórar íløgur uppá nakrar fáar dagar er einki problem. Tað skuldi helst verið soleiðis, at eisini pensjonistarnir hava ráð at sigla við Strandfersðluni, ella at fara gjøgnum tunlarnar.

Ein giftur fólkapensjonistur fær í dag í mesta lagi 4.678 kr um mánaðin í pensjón. Tað sigur seg sjálvt, at soleiðis sum alt er blivið dýrari seinastu tíðina, so eru ikki nógvir pengar eftir, tá ið allar fastar útreiðslur eru goldnar. Tað átti ikki at verið trupult at sannført Løgtingið um, at ein hækking er neyðug.


Framvegis alt ov stórur munur

Tað er framvegis alt ov stórur munur á, hvørjar umstøður folk hava á ellisárum sínum. Samanborið við búskaparvøkstur og útreiðsluvøkstur og lønarhækking hjá øllum øðrum føroyingum, er tað Løgtingsins skylda at tryggja eina hækking í fólkapensjónini, sum munar. Annars koma tey gomlu bara at kenna búskaparframgondina sum eina stóra byrðu. Eingin hevur meiri enn tey gomlu uppiborið lut í tí framburði, sum er í samfelagnum í dag.


Hvat er tað so sum skal gerast ?

Fyri tað fyrsta skal samlaða útgjaldið t.v.s. grundarupphædd og viðbøtur verða hægri. Í ár 2000 varð henda upphædd hækkað við uml. 1000 kr. um mánaðin. Ein samsvarandi hækking ber væl til at fremja eina ferð afturat nú.

Fyri tað næsta skulu vit miða eftir at minka og heilt taka burtur munin millum pensjónina hjá giftum og ógiftum. Tað er mannminkandi og í móti øllum hugburði um javnstøðu millum manna og millum kvinnur og menn, at varðveita henda munin. Løgtingið kann samtykkja at minka henda munin burtur yvir eitt áramál - t.d. trý ár. Henda broyting eigur sjálvsagt at vera galdandi fyri øll, bæði fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar.

Fyri tað triðja skulu vit tryggja, at ein fólkapensjónistur kann forvinna sær nakrar krónur, uttan at hann ella hon harfyri missir burturav pensjónina. Í dag ber til at forvinna 21.400 kr. um árið, áðrenn pensjónin minkar. Hetta er ikki meira enn ein góð mánaðarløn. Henda upphædd átti at verið hægri, í hvussu so er 50.000 kr. beinanvegin.

Felags fyri allar ábøtur, sum verða gjørdar, er, at ansast má eftir, at ábótin hvørvur ikki í einum hægri skattatrýsti.

At gera eina fíggjalóg er ein spurningur um at prioritera ? at raðfesta. Hesa ferð vóru onnur ting raðfest fram um pensjónirnar. Men tað ber til at raðfesta øðrvísi.