Fólk frá ymsum fyritøkum í Føroyum vóru á einum smyrjioljuskeiði á Hotel Vágum leygardagin 5. juni. Tað var Marner við Skipá frá Sp/f Føroya Oljusølu í Hoyvík, sum skipaði fyri skeiðinum. Fyritøkan umboðar oljuproduktini frá Pennzoil í Føroyum.
Norðmaðurin Thomas Bull Enger, marknaðarleiðari hjá norska Pennzoil umboðnum, Bull Enger A/S, greiddi frá krøvunum, ið verða sett til tey ymisku oljuproduktini. Eisini greiddi hann frá, hvat liggur aftan fyri merkingarnar á teimum ymsu oljuproduktunum, so sum tøl, bókstavir og aðrar merkingar.
Pennzoil er eitt amerikansk smyrjioljufelag, sum framleiðir øll sløg av oljuproduktum til skip, bátar, øll sløg av akførum og til ídnaðin, so sum hydraulikolju og líknandi. Tó verður ikki brennievni framleitt, eitt nú bensin og dieselolja.
Samstarvað verður millum annað við bilverksmiðjur, tá nýggjar motorar, girkassar og annað skal gerast. Til dømis er automatgirkassin á nýggja Chrysler Voyager gjørdur í samstarvi við Pennzoil.
Verið við frá byrjan
Pennzoil hevur sín uppruna frá tíðarskeiðinum, tá olju av fyrstan tíð varð funnin í Pennsylvania síðst í 1880-unum. Tá var felagið South Penn Oil Company við í menningini av Bradford, sum er heimsins fyrsta oljuleitiøki.
Fyrst í 1960-unum bleiv South Penn Oil Company lagt saman við øðrum oljufeløgum og nýggja felagið fekk navnið »Pennzoil Company«, sum fyrstu ferð var børsnoterað í juli 1963 undir navninum »Pennzoil«. Pennzoil hevur í dag 22 prosent av amerikanska smyrjioljumarknaðinum og kann breggja sær av at vera mest selda motoroljan átjanda árið á rað.
Síðani fyrst í 1900-talinum hevur fyritøkan verið marknaðarførd í Norra, og síðani 1988 hevur norska fyritøkan Bull Anger A/S umboðað Pennzoil við høvuðsskrivstovu í Sandefjord.
Yvir 20 ár á baki
Í Føroyum hevur Pennzoil yvir 20 ár á baki. Í 1983 fór George Jacobsen undir at innflyta Pennzoil. Hann var umboð líka til hann í 2002 gavst fyri aldur. Eftir tað hevur tað verið Føroya Oljusøla, ið hevur tikið sær av at selja og umboða Pennzoil í Føroyum.
Marner við Skipá, sum eigur og rekur Sp/f Føroya Oljusøla, sigur, at teir satsa upp á at vera totalleverandørar av oljuproduktum til verkstøð og til ídnaðin.
Tó er vøruúrvalið breiðari enn so, og Sp/F Føroya Oljusøla umboðar eitt nú oljuprodukt frá ELF og sápu frá Americol, ið eitt nú er framúr sum reinsievni, um óhappið er hent og olja hevur dálkað onkrastaðni.
.