Okkara eldru liggja ikki á tí latu síðuni. Eftir morgunmatin á árliga eldradegnum, sum hesuferð varð hildin í Ósáskúlanum í Klaksvík, stóð morgunfimleikur á skránni. Og so var bara um at koma upp úr stólinum og fylgja við fimleikalærarinnuni, Katrin Jacobsen, sum gjørdi tað bæði stuttligt og avbjóðandi at fáa blóðið at renna eitt sindur skjótari. Heilsan má sigast at hava staðið ovaliga á ynskjunum hjá teimum eldru fyri dagin, tí næst á skránni var Elisabeth Akursmørk, økonoma, sum tosaði um, hvussu umráðandi tað er við heilsugóðum matvanum eisini á eldraárunum.
Hittust eftir 60 ár
Ymisk onnur evni vóru eisini á skránni, men fyrst og fremst snúði dagurin seg um at geva teimum eldru ein møguleika at hittast og hugna sær saman við einum góðum práti. Sum vera man, vóru tey fleiri, ið ikki høvdu hitt hvønn annan leingi, og sum gleddu seg til at taka tráðin uppaftur frá seinast, tey vóru saman.
Sum nakað heilt óvanligt hittust tvær kvinnur hendan dagin fyri fyrstu ferð, hóast tær hava skrivað saman í meir enn 60 ár. Og tað komst ikki av, at onnur búði uttanlanda. Nei, báðar búgva í Føroyum, onnur í Klaksvík og onnur á Toftum, men av onkrari orsøk høvdu tær ongantíð hitt hvørja aðra. Tá so Klaksvíksdáman kendist við navnið á hinari á tekningarlistanum, hugsaði hon, at nú skuldi tað vera. Hon ringdi til Toftadámuna og spurdi, um hon mintist eitt bræv, hon hevði sent henni í einum bláum brævbjálva í 1932. Jú, Toftadáman mintist, og so varð avrátt, at Klaksvíksdáman skuldi halda brævið á lofti, tá Dúgvan kom til Klaksvíkar á eldradegnum. Uttan iva eru tær komnar at kenna hvørja aðra sera væl gjøgnum mongu brøvini, men eftir klemmunum og smílunum har á ferjuleguni í Klaksvík at døma høvdu tær báðar framvegis nógv at tosa um.
Nýggj vinfólk
Tað var Landsfelag pensjónistanna og Pensjónistafelagið Hugnin í Klaksvík, sum skipaðu fyri eldradegnum í Klaksvík leygardagin. Dagurin er eitt árligt afturvendandi tiltak, sum Landsfelagið tekur stig til saman við lokalu eldrafeløgunum. Soleiðis ferðast dagurin til ymsar bygdir kring landi, men ein fastur táttur er stóra pensjónistaveitslan, sum verður hildin í Havn eina ferð um árið. Tá plaga eini 300 pensjónistar at koma saman til eina góða máltíð, felagssang, røður og hugnaliga samveru. Mikkjal á Bergi, formaður í Eldrafelagnum Hugnin, sigur, at tey eldru gleða seg avbera nógv bæði til veitsluna og til eldradagin, har tey flestu eftirhondini hava fingið nógv nýggj vinfólk og kenningar.
Umframt ymisk tiltøk fyri eldri, skipar Hugnin eisini javnan fyri útferðum í Føroyum. Seinast gekk leiðin til Gásadal, har bussurin hevði fingið loyvi at koyra í gjøgnum tunnilin til bygdina, har borðreitt varð við kaffi og køkum. Hesin túrurin gjørdist eitt heilt serstakt upplivilisi fyri tey eldru, sum ikki høvdu væntað, at tey nakrantíð fóru at fáa møguleikan at vitja í Gásadali, nú tey vóru komin sum mikið til aldurs.
Virkið Landsfelag.
Mikkjal á Bergi er eisini limur í nevndini í Landsfelagnum, sum er eitt sera virkið felag. Felagið umboðar tey lokalu eldrafeløgini yvir fyri mynduleikunum í ymsum viðurskiftum, sum viðkoma teimum eldru borgarnum. Eitt nú hevur felagið júst gjørt eina avtalu við eina røð av handlum og gistingarhúsum um pensjónistaavsláttur heilt upp til 25 % á ymsar vørur og tænastur. Hetta er ein skipan, sum leingið hevur verði heilt vanlig í londunum rundanum okkum, og hendan fyrimunin eiga tey eldru í Føroyum eisini at hava, heldur Mikkjal á Bergi.