PENINGASTOVNAR
Føroysku peningastovnarnir: Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi, hava tann 7. november 2002 stovnað vinnugreinafelag. Felagið Peningastovnar.
?Stovnarnir eru av teirri fatan, at peningastovnsvinnuni hevur manglað eitt felags málgagn mótvegis almenninginum og ? ikki minst ? myndugleikunum. Tað er soleiðis vón stovnaranna, at løgting og landsstýrisumsiting fara at gera tað til siðvenju sína, at nýta felagið sum hoyringsmálgagn, tá lóggivið verður um viðurskifti, sum viðvíkja peningastovnum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Jørn Astrup Hansen, nevndarformaður fyri felagið, sigur, at teir hava arbeitt við felagnum í eina tíð. Talan er um ein gamlan tanka. Hann avvísir, at felagið er stovnað í kjalarvørrinum av nógva rokinum um Elektron og GjaldSkipanina. Hann heldur tó, at málið um Elektron er eitt høvið, har felagið kundið gjørt gagn.
Felagið hevur annars til endamáls at virka fyri góðum starvsviðurskiftum hjá føroyskum peningastovnum og røkja áhugamál limanna mótvegis landsstýrinum og øðrum almennum myndugleikum.
Nevnd felagssins er mannað við Jørn Astrup Hansen, Føroya Banka, Marneri Jacobsen, Føroya Sparikassa, Eyðfinni Reyðberg, Norðoya Sparikassa og Mikkjali Sørensen, Suðuroyar Sparikassa. Nevndin hevur skipað seg við Jørn Astrup Hansen sum formanni og Marneri Jacobsen sum næstformanni.









