Pengarnir renna úr kassanum hjá Vivino

Heimsins best umtókta vínapp, sum føroyingur er stjóri fyri, hevur stórt hall

Tað kostar Vivino nógvar pengar, at felagið leggur nógv fyri í royndini at vaksa munandi um undirtøkuna kring heimin.

Tað vísa roknskapirnir hjá Vivino, sum Berlingske Business umrøður í dag.

Hóast Vivino virkar á altjóða marknaðinum, hevur tað serliga tilknýti til Føroyar, tí føroyingurin Heini Zachariassen er ein av uppfinnarunum av appini, og hann er stjóri fyri felagið.

Vivino er ein app til smartfonina, sum verður brúkt til at fáa vitan um vín. Appin kann brúkast til at skanna etikettirnar á vínfløskum, og síðani fáast upplýsingar og ummæli av vínfløskuni. Hetta hevur verið ein sera væl umtókt tænasta, og sambært Forbes blaðnum er Vivino tann best umtókta vínappin millum umleið 600 á marknaðinum.

Berlingske Business skrivar í dag, at pengarnir renna úr kassanum hjá felagnum. Í fjør var hallið 28 milliónir krónur, og fyrrárið var hallið góðar 22 milliónir krónur. Eginpeningurin er í seinasta roknskapinum negativur við 37 milliónum  krónum.

Vivino hevur tó fingið váttan frá amerikanska móðirfelagnum Vivino Inc, at tað tryggjar raksturin hjá felagnum í minsta lagi restina av hesum árinum, skrivar Berlingske Business. Pengar skulu fáast inn í felagið umvegis raksturin og møguligt rakstrarískoyti frá móðirfelagnum.

Hóast tølini eru reyð, skulu tey síggjast í samanhanginum, at Vivino tilvitað hevur satsað stórt upp á at vinna nýggjar marknaðir og at vaksa, og tí verða nógvar nýggjar íløgur gjørdar fyri at vinna kappingina um brúkararnar. Hetta hevur kostað pengar , en ætlanin er, at Vivino við tíðini verður heimsins størsti marknaður fyri vín, og at raksturin frameftir kemur at geva stórar inntøkur til felagið.

Stórur áhugi hevur eisini verið frá íleggjarum, sum hava viljað sett pengar í Vivino.