Pedagogútbúgving byrjar á Fjarlestrardeplinum í Vági í dag

Sermerkt við hesari útbúgvingini er, at tey lesandi kunnu búgva í heimbygdini í Suðuroynni og í Føroyum sum heild.

 Í dag byrjar eitt nýtt tíðarskeið í útbúgvingarsøguni í Vági, í Suðuroynni og í Føroyum. Seinnapartin í dag byrja 21 pedagoglesandi á Fjarlestrardeplinum í Vági.

 

 

Tað sermerkta við hesari útbúgvingini er, at tey lesandi kunnu búgva í heimbygdini í Suðuroynni og í Føroyum sum heild (lesandi eru úr øllum landinum !) og samstundis nema sær hægri miðal langa útbúgving. Hetta merkir eisini, at familjur kunnu verða búgvandi í heimbygdini alt útbúgvingartíðarskeiðið,  skrivar Suðurrás.

 

Fyri framhaldandi menning av økjunum kring landið, er lítið at ivast í, at tað hevur stóran týdning, at atgongd er til fjøltáttað útbúgvingartilboð, har útbúgvingarnar kunnu takast í nærumhvørinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, sum fegnast um, at pedagog-útbúgvingin á Fjarlestrardeplinum nú byrjar.

Meira sæst á fjarlestur.fo