Pedagogblaðið og Skúlablaðið komið

Sáttmálasamráðingarnar seta sjálvsagt sín dám á bløðini, tær avgreiddu hjá Pedagogfelagnum, og tær, sum fara fram í hesum døgum hjá Føroya Lærarafelag

Pedagogblaðið og Skúlablaðið, tey seinastu fyri summarsteðgin, eru komin út. Sáttmálasamráðingarnar seta sjálvsagt sín dám á blaðið, tær avgreiddu hjá Pedagogfelagnum, og tær, sum fara fram í hesum døgum hjá Føroya Lærarafelag.

Í oddagrein og grein í Pedagogblaðnum skrivar Carita Björklund, forkvinna felagsins, at tað hevur verið eitt strævið arbeiðsvár hjá Pedagogfelagnum. Sáttmálasamráðingarnar hava tikið hópin av tíð, nógvar spekulasjónir hava verið, og nógv ivamál um, hvussu nú alt fór at enda. Í greinini nemur hon við ymisk viðurskifti, sum vóru á borðinum undir samráðingunum, og onnur, sum hava stóran týdning fyri pedagogiska arbeiðið, men sum ikki eru komin ígjøgnum enn.

Í blaðnum eru frásagnir um landsstevnuna hjá Javna, um stevnuna fyri menningartarnað á Zarepta, um døgnumlættingarheimið Dáina í Klaksvík, um virksemið á Verkstaðnum Virkni og mangt annað.

Pedagogfelagið hevur, eins og Føroya Lærarafelag fyri stuttum, fingið heimasíðu á internetinum. Á heimasíðuni, sum tú finnur á hesi adressuni www.pedagogfelag.fo, ber til at síggja, hvørji nevndarlimirnir og álitisfólkini eru, lógir felagsins og sáttmálin um felagslívstryggingina.

Heimasíðan er ikki liðug enn. Sáttmálar og lønartalvur verða eisini lagdar út á netið, somuleiðis avtalur um eftirlønarskipanir, skeiðtilboð og onnur tíðindi frá felagnum.

Tær, ið skriva og leggja Pedagogblaðið til rættis, eru Jórun Hvidbro, Herborg N. Debess, Katrin Hansen og Esther Abrahamsen.


Skúlablaðið

Mangt orðið er havt á munni síðani minniliga aðalfundin hjá Føroya Lærarafelag í vár, tá ið gamla nevndin í felagnum varð vrakað. Skúlablaðið hesa ferð ber dám av tí, ið tá fór fram, men annars eisini av ósemjum og orðatvídrátti um líkt og ólíkt.

Í kunning til limirnar í Føroya Lærarafelag skrivar Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í felagnum, at nevndin hevur í hyggju at taka upp aftur siðin at vitja skúlarnar um landið. Limirnir í økinum kunnu sjálvir gera av, hvørji evni verða umrødd. Forkvinnan sigur víðari, at so skjótt sum stríðið hjá Yrkisfelag HF- og studentaskúlalærarunum var av, sendi Føroya Lærarafelag skriv til landsstýrismannin í undirvísingarmálum, har heitt varð á hann um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um broyting í Løgtingslóg um fólkaskúlan grein 20. Í hesi kunngerð stendur, at næmingatalið eigur vanliga ikki at fara upp um 24 við skúlaársbyrjan. Felagið vil hava greinina broytta til, at næmingatalið í øllum flokkum fólkaskúlans skal ikki fara upp um 24.