Pedagogarnir eru komnir

Lýsingin av søguni hjá pedagogunum í nýggju bókini Hygg! Pedagogarnir eru komnir, er samstundis ein forvitnislig lýsing av føroyska hugburðinum til barnaansing seinastu 25 árini


”... í sjeytiárunum vóru pedagogar illa lýddir. Teir vóru sagdir at máa støðið undan teirri klassisku móðurrollini. Flestu konur so væl sum menn omanfyri tey fjøruti beinleiðis hataðu pedagogar.”

So bersøgin er rithøvundurin, Jóanes Nielsen, í innleiðandi greinini í nýggju bókini hjá Føroya Pedagogfelag ”Hygg! Pedagogarnir eru komnir”, sum eisini er heitið á bókini. 



Íkast til kjak

Nógv vatn er runnið í ánna, síðani pedagogar mestsum vóru fataðir sum ein hóttan móti kristiligu virðunum til í dag, nú støðugt fleiri foreldur seta sum krav, at teirra børn verða ansað av netupp pedagogum.

Endamálið við nýggju bókini er millum annað at geva eina mynd av, teimum rembingum, sum hava verið í søguni og yrkinum hjá føroyskum pedagogum, undan og eftir at Føroya Pedagogfelagi varð stovnað.

Eisini varpar bókin ljós á støðuna í yrkinum í dag og lýsir, hvat eigur at verða lagdur dentur á í framtíðini fyri at menna og styrkja námsfrøðiliga økið í Føroyum.

Í formælinum vísir nýliga afturvaldi formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin F. Hansen, á, at lítið er skrivað um søguna hjá pedagogunum, og at lítið og onki er granskað í teirra yrki her á landi. Tí vónar hann, at nýggja bókin verður fyrsta stigið á leiðini at røða um námsfrøði í einum fakligum og praktiskum høpi, umframt at greinarnar kunnu verða íkast til kjak.

Umframt tankavekjandi greinina hjá Jóanesi Nielsen, eru greinar eftir námsfrøðingar, fólkalívsfrøðing og hugmyndafrøðing. Eisini eru samrøður við allar forkvinnurnar og formenninar, ið hava verið í felagnum, síðani tað varð sett á stovn fyri fjóðringsøld síðani.

Hygg! Pedagogarnir eru komnir er 120 blaðsíður. Ritstjórnað og skipað bókina hevur Turið Kjølbro.




Brot

Brot úr bókini, har Jóanes Nielsen, rithøvundur lýsir løtuna á 1.mai kvøldsetu í 1979, tá Hjørdis Johansen trein á pallin við sanginum ”Í barnagarði”:

Soleiðis hevði ongin sungið barnasangir fyrr. Tað var, sum ”Kongaríkið í Babylon” var sprongt í luftina, og ”Dukka mín er blá” fargaðist grøn av øllum gallinum, sum streymaði út í salin. Pedagogbarbararnir vóru komnir, og millum 1. mailuttakararnar sá mann fyri sær ein djúpt vónleysan Hans Andrias Djurhuus royna at bjarga rovunum av síni hugnaligu diggu-digg verð.