Pedagogar hildu føðingardag.

Fríggjadagin 1. juni fylti Føroya Pedagogfelag 25 ár. Dagurin var hildin við mótøku í felagshølunum í Havn og við størri og smærri tiltøkum kring landi. Tá felagið varð stovnað fyri 25 árum síðan, vóru bert á leið 40 limur. Jarvin Feilberg Hansen, formaður í felagnum, sigur at í dag eru tey 1840 limir. Talan er um bæði útlærd fólk og fólk uttan útbúgving. Sosialurin hevur í morgin eina stóra myndafrásøgn frá bæði móttøku og barnagarðstiltøkum.