Pedagogar bíða eftir svari um forskúlar

Í seinastu viku var nevndin í Føroya Pedagogfelag á fundi við Bjørn Kalsø, landsstýrsmann í mentamálum, og vildu hava hann at svara nøkrum spurningum, tí mentamálaráðið hevur boðað frá, at tað fer at skipa forskúlarnar eftir eini royndarætlan.

– Pedagogfelgið vil hava at vita, hvat endamálið er við royndarætlanini, hvør stendur fyri henni, hvør skal hava eftirlitið við henni, nær og hvussu hon verður eftirmett, og hvør tað er, sum skal eftirmeta hana, skrivar Pedagogfelagið á heimasíðuni.

Stutt eftir fundin fór Bjørn Kalsø til Svøríkis á ráðharrafund í Norðurlandaráðnum, og hann fekk ikki stundir at svara øllum spurningunum, áðrenn hann fór.

»Men umsitingin fór beinanvegin í gongd við at arbeiða við hesum, og eg rokni við at geva Pedagogfelagnum eitt svar ein av fystu døgunum«, sigur Bjørn Kalsø, sum kom aftur úr Svøríki mikudagin við Pdagogfelagið.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, sigur, at hóast onki svar er komið enn, so gav fundurin henni vónir um, at pedagogisk faklig atlit fáa hægstu raðfesting, nú mentamálaráðið setur út í kortið at gera reglur fyri tilboðunum til tey seks ára gomlu.

– Bjørn Kalsø lovaði okkum millum annað, at hann skuldi syrgja fyri at loysa trupuleikarnar við dagstovnaráðnum og fáa tað at virka. Ráðið hevur verið óvirkið, síðani tað var stovnað í fjør, og tað er greitt, at tað má fáast at virka og inna sín ráðgevandi og tilmælandi leiklut, áðrenn nakrar formligar avgerðir verða tiknar um forskúlarnar, leggur Maud Wang Hansen dent á.

Bjørn Kalsø hevur longu gjørt eina kunngerð um forskúlar, sum tó ikki er lýst enn. Men kunngerðin verður brúkt sum grundarlag í royndarætlanini.

Hetta kom fram, tá Bjørn Kalsø her fyri svaraði einum skrivligum fyrispurningi frá Gunnvør Balle, løgtingskvinnu, um forskúlarnar, skrivar Pedagogfelagið:

»Kunngerðin verður royndarkoyrd í løtuni, í samband við teir forskúlar, sum eru. Ávegis eftirmeting hevur verið, og onkrar dagføringar eru gjørdar, so kunngerðin kann verða sett í gildi. Men við tað at nýggj kommunustýri hava tikið við fyri kortum, fari eg áðrenn kunngerðin verður lýst at tosa við kommunufeløgini og kommunur, sum hava havt royndarskipan við forskúlaflokkum. Ætlanin er at lýsa kunngerðina seinni í ár«, segði Bjørn Kalsø millum annað í sínum svari til løgtingskvinnuna.