Ferðavinna
Pearl er bygdur á pólskari verksmiðju, ið byggir frítíðarbátar – ja, luksusbátar, er ikki ov nógv sagt. Modellið kallast Galeon 440 Fly. Hetta er bátur nr. 40 av hesi støddini. Galeon 440 hevur verið hin størsti hjá verksmiðjuni í fleiri ár, men nú byggir hon ein uppaftur størri bát.
Tað er Bátatænastan í Havn, sum umboðar Galeon-bátarnar í Føroyum, og felagið umboðar eisini Volvo-motorar. Pearl hevur nevniliga tveir Volvo-motorar, sum eru 435 hk. hvør. Hesir geva Pearl eina ferð, sum liggur um 35 míl um tíman. Men hetta er ikki ferðin, sum ætlanin er at sigla við. Hóskandi ferð hjá slíkum báti liggur um 20-25 míl um tíman, og tá er eisini hugnaligari at vera umborð.
Pearl hevur ikki bógskrúvu, men í staðin IPS 600 Drev. Hetta ger, at báturin kann sigla eftir liðini – ella síðulens, sum tað verður rópt, tá lagt verður at ella lagt verður frá landi.
Umboð í Føroyum
Ein av eigarunum, Hans Jákup Langgaard, sigur, at ein orsøk til, at teir valdu júst henda bátin, er, at bátaslagið hevur umboð í Føroyum.
- Vit halda eisini, at hetta er ein sera snøggur bátur, sum hevur røttu støddina. Hetta er ein nýggjur bátur og tað, at verksmiðjan hevur umboð í Føroyum, vigar tungt í avgerðini.
Pearl kostar slakar 4 miljónir krónur, nú hann er í Føroyum.
Hann er 13,42 metrar langur og 4,10 metrar breiður. Í bátinum eru trý kømur og tilsamans sjey sovipláss, tvey wc’ir við brúsu.
- Báturin er útgjørdur við øllum hentleikum, sum ein slíkur bátur skal hava. Umstøðurnar til matgerð eru góðar, og hetta verður partur av tilboðnum til tey, sum fara at leiga Pearl til sigling ella frítíðarfisking, sigur Hans Jákup Langgaard.
Leita eftir skipara
Teir, ið eiga bátin, eru brøðurnir Robert, Reimund og Hans Jákup Langgaard, Rúni Djurhuus og Harald Vinther Knudsen, ið er dani, sum býr í Hoyvík.
Eitt smápartafelag er stovnað, sum kemur at hava raksturin undir hond. Ætlanin er ikki, at eigararnir sjálvir skulu sigla við ferðafólki, og tí verður í løtuni lýst eftir skipara.
Hans Jákup sigur, at teir leita eftir skipara, sum hevur gott skil á streymi, veðri og vindi kring Føroyar.
- Minsta krav fyri at føra ein slíkan bát við ferðafólki er annars, at tú hevur dugnaskaparprógv í sigling, og tað hevur tann eini av okkum, Harald, meðan Robert bróður er maskinmeistari, sigur hann.
Upp til hugflogið
Tað er ikki av tilvild, at Rúni Djurhuus, sum er kokkur, er millum eigararnar, tí ein partur av tilboðnum til ferðandi verður matur, eitt nú smyrjibreyð og suppa – alt eftir, hvørji ynskini hjá teimum ferðandi annars kunnu vera. Eisini her eru møguleikarnir næstan óendaligir.
- Tú kanst soleiðis leiga bátin við kokki og fáa mat umborð, og tú kanst eisini lata tína egnu veiði tilreiða. Ein annar møguleiki er at hava matpakka við, sigur Hans Jákup.
Pearl er útgjørdur við fiskireiðskapi, bæði til smáfiskaveiði og hemaraveiði. Eini sjey fólk kunnu standa við tráðu í senn á afturdekkinum – og er veðrið til vildar, kunnu fólk eisini standa í vesti har frammi.
- Tú kanst njóta firðir, sund og bjørg, men samstundis hava køkin og stovuna tætt hjá tær, sigur hann.
Alt er møguligt
Hans Jákup sigur, at eigararnir ikki hava sett sær nøkur ávis ferðamál fyri, ei heldur lagt nakra fasta skrá fyri sigling.
- Tað verður tískil tú sjálvur, sum leigar bátin, ið setir dagsskránna og setir títt egna ferðamál út í kortið – alt eftir, hvat tú ynskir tær. Tað verður bert hugflogið, sum setir mørkini, leggur hann aftrat.
Eigararnir hava serliga hugsað um at leiga bátin út til fólk, sum vilja ferðast saman í smærri bólkum.
- Talan kann vera um arbeiðspláss, sum ynskja at gera felags útferðir ella fiskitúrar, men eisini her standa allir møguleikar opnir, sigur Hans Jákup.
Hann sigur, at ætlanin eisini er, at fólk skulu kunna leiga bátin til sigling til eitt nú fótbóltsdystir, stevnur og festivalar kring landið.
- Vit eru opnir fyri øllum møguleikum og hugskotum, sigur Hans Jákup.
Øllum í boði
- Perl stendur bæði føroyingum og útlendingum í boði til leigutúrar, og óhugsandi er ikki, at vit eisini fara at leiga bátin út til fólk, sum sjálvi kunnu fara við honum. Í slíkum føri er neyðugt, at fólk hava royndir í sigling og vita, hvussu ein slíkur bátur skal viðfarast.
Hans Jákup sigur, at teir, sum standa aftanfyri bátin, ásanna, at ferðavinnan í Føroyum vindur uppá seg, og tí síggja teir møguleikar við hesum.
- Tað eru aðrir bátar í Føroyum, sum sigla við fólki og kunnu skipa fyri ymiskum túrum, men vit halda, at tað er møguligt at fáa uppaftur fleiri at sigla. Pearl er ein so frálíkur bátur við øllum teimum møguleikum og hentleikum, ið fólk kunnu ynskja sær, og tí vænta vit, at báturin fer at verða eftirspurdur.
Hann væntar, at føroyingar fara at verða minst líka so raskir at leiga bátin sum útlendingar.
- Eg vænti faktiskt, at tað verða fleiri føroyingar enn útlendingar, ið fara at brúka henda møguleika til útferðir og frítíðarferðir av ymiskum slagi, sigur Hans Jákup Langgaard.
Leigupprísur
Vanligi leiguprísurin fyri Pearl verður umleið 1500 krónur um tíman, men hetta veldst um, hvussu nógv siglt verður á ferðini. Er oljunýtslan stór á útferðini, noyðast eigararnir at taka eyka fyri brenni.
Ætlandi fær báturin loyvi at sigla við í mesta lagi 12 ferðandi í senn.










