Paulinho úti í ein mánað

Tottenham miðvallarin Paulinho er úti í ein mánað eftir at hava fingið í økulin eftir eina tackling av Charlie Adams frá Stoke.

Tottenham miðvallarin Paulinho er úti í ein mánað eftir at hava fingið í økulin eftir eina tackling av Charlie Adams frá Stoke.

 

Tað skrivar BBC Sports.

 

Paulinho var noyddur at fara av vølli í 62. minutti av dystinum móti Stoke eftir eina harðliga tackling av Stoke spælaranum, Charlie Adams, í 3-0 sigrinum hjá Tottenham móti Stoke sunnudagin.

 

25 ára gamli Paulinho, sum er brasilskur landsliðsleikari, er mettur at missa fýra Premier League dystir, umframt triðju rundu FA cup dystin móti Arsenal.

 

Brasilianarin hevur skorað fýra mál í 22 dystum, síðani hann kom til Tottenham í summar frá Corinthians fyri beint undir 17 milliónir pund.